Innanlands

LÍV ger íløgur í grøna orkuskiftið

Eftirlønarfelagið hjá flestu føroyingum vil vera við í stríðnum fyri at gera heimin grønari og burðardyggari til eftirkomarnar, og tí er ætlanin hjá LÍV at gera íløgur fyri góðar 300 mió krónur fram til 2030

2021-11-02 12:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Næstu árini flytur eftirlønarfelagið, LÍV, seg yvir á eina burðardyggari og grønari leið. Hetta verður gjørt við at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið gjøgnum altjóða samstarv sigur felagið í tíðindaskrivi og heldur fram:

Øll vilja vit lata okkara eftirkomarum heimin í betri standi, enn tá vit tóku við. LÍV vil gera sítt til, at vit fáa ein burðardyggari heim - bæði lokalt og globalt. Tí hevur LÍV sett sær fyri at áhaldandi økja um íløgurnar í grønu og burðardyggu broytingina.

"LÍV hevur longu gjørt íløgur í grøna orkuskiftið bæði í Føroyum og í altjóða verkætlanum, sum eru við til at flyta okkum fram á eina burðardyggari og grønari leið. Vit tosa serliga um íløgur í skiftið frá verandi orkukeldum til grønari og burðardyggari orkukeldur so sum vindorku – bæði á landi og sjógvi – sólorku og gagnýtslu av burturkasti. Eisini hesar íløgur skulu økjast, og tí miðjar LÍV eftir at gera burðardyggar og grønar íløgur upp í tilsamans 330 mió. krónur fram til 2030.

Limur í CIC

At gera heimin burðardyggari og grønari er eitt alheims mál, og hesum røkka vit best, um vit lyfta í felag. Tí er LÍV vorðið partur av altjóða felagsskapinum, Climate Investment Coalition, sum hevur til endamáls at økja um íløgurnar í grøna orkuskiftið fram til 2030.

“Vit á LÍV fegnast um at vera við í strembanini eftir at venda gongdini á umhvørvisøkinum við at økja um grønu íløgurnar fram til 2030. LÍV fegnast somuleiðis um, at tað kann gerast ígjøgnum ein sterkan, altjóða felagsskap sum CIC”, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV, sum hevur virkað á føroyska eftirlønarmarknaðinum síðani 1967."

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder