Innanlands

Løðistøð í Klaksvík gekk fyri - gjørdu skjótt av

Beint sum norðoyastevnugestir byrjaðu at koma til Klaksvíkar gekk fyrsta almenna skjótløðistøðin í Klaksvík frá 2015 fyri

(Mynd: Sev)

(Mynd: Sev)

2025-05-30 20:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrsta almenna skjótløðistøðin hjá Sev bleiv sett upp í Klaksvík í 2015. Nú 10 ár seinni orkaði hon ikki meira og gekk fyri, beint sum norðoyastevnugestir byrjaðu at koma til Klaksvíkar.

Hjá SEV gjørdu tey skjótt av og tøkningar fóru norð við nýggjari skjótløðistøð, tóku tí gomlu niður og settu nýggju støðina upp.

- So nú er aftur klárt at løða hjá norðingum og norðoyastevnugestum, siga tey hjá SEV.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder