Innanlands

Løgtingið í dag: Oljuútbjóðing og grøna skiftið á skránni

Útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni er á skránni á tingi í dag.

2022-04-20 14:29 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er tingmaðurin hjá Framsókn, Bjarni Kárason Petersen, sum hevur sett landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum fyrispurningar, sum eru soljóðandi:


  1. Er grundarlag fyri at fyriskipa eitt sætta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni í føroysku undirgrundini?


  1. Arbeiðir landsstýrismaðurin við at fyrireika eitt framtíðar útbjóðingarumfartil leiting eftir og framleiðslu av kolvetnií Føroysku undirgrundini?


  1. Hvørjar inntøkur til land og kommunur kunnu væntast av einari møguligari oljuvinnu í Føroyum?


  1. Kann landsstýrismaðurin sameina leiting og framleiðslu av kolvetnií Føroyum viðpolitisku ætlanirnar um eina grøna umlegging av orkuframleiðsluni og málið um at minka samlaða føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum?

Í viðmerkingunum sigur tingmaðurin:

“Í fleiri umførum hevur Løgtingið samtykt útbjóðingarumfør til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni. Tað fyrsta var í 2000, tað næsta í 2004/05, tað triðja í 2008, tað fjórða í 2016/17 og tað fimta í 2019.

Harumframt vórðu í 2013 tvey loyvi latin umvegis eina Open Door-skipan. Áhugin fyriføroyska landgrunninum hevur verið skiftandi. Hetta er millum annað orsakað av høga framleiðslukostnaðinum og prísinum á olju á altjóða marknaðunum. Hóast einki virksemihevur verið á føroyska landgrunninum seinastu mongu árini, so hevur tað verið bæðiáhugi fyri og virksemi við royndarboringum, nær við føroyska markið. Serliga er nógv framleiðsla av olju sunnan fyri markið millum Føroyar og Hetland. Í løtuni er oljuprísurin hækkandi, og kann man spyrja, um tað aftur fer at verða áhugavert at kanna føroyska landgrunnin fyri kolvetni komandi árini, við úrdrátti fyri eyga.

Ein møgulig oljuvinna í Føroyum kundi havt við sær nógv vinnuligt virksemi í Føroyum, og nógvar inntøkur fyri land og kommunur, umframt arbeiðspláss og ymiskt avleitt virksemi.

Men samstundis hava vit stórar avbjóðingar við tí nógva útlátinum, sum framleiðsla og brúk av kolvetni førir við sær, bæði í Føroyum og kring heimin. Ætlanin er, at Føroyar gerast grønar á landi í 2030, og í Danmark hevur Fólkatingið samtykt ikki at útflýggja nýggj loyvir til at leita eftir olju og gassi í Norðsjónum. Tí er viðkomandi at taka eitt grundleggjandi orðaskifti um, hvørt man kann sameina leiting og framleiðslu av kolvetni í Føroyum við politisku ætlanirnar um eina grøna umlegging av orkuframleiðsluni og málið um at minka samlaða føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum.”

Á Løgtingi, 22. februar 2022

Bjarni Kárason Petersen

[object Object]

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í orku- og umhvørvismálum, sum 

í dag skal svara fyrispurningum frá Bjarna Kárason Petersen.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder