Byrjanin til norsku oljuvinnuna, risakeldan Ekofisk, sum fór undir framleiðslu fyri fimti árum síðani, hevur nú fingið longt loyvið at framleiða olju og gass í 25 ár aftrat. ConocoPhillips kunngjørdi í vikuni, at norska olju- og orkumálaráðið hevur longt framleiðsluloyvini frá 2028 til 2048. Feløgini, sum eru partur av hesum søguliga og stóra oljufeltinum, eru ConocoPhillips, TotalEnergies, Vår Energi, Equinor og Petoro.
Ekofisk oljuleiðin, sum er vorðin útbygd fleiri ferðir, fevnir um tríggjar keldur, Ekofisk, Eldfisk og Embla. Við at longja loyvini verður samlaða livitíðin hjá Ekofisk 80 ár.
Ekofisk var fyrsta oljufundið á norska landgrunninum og ruddaði tað slóð fyri tí olju- og gassvinnu, sum í dag hevur ment Norra til eitt av heimsins ríkastu londum.
Ekofisk varð funnið í 1969 og fór undir framleiðslu í 1972 og telist í dag millum størstu framleiðandi keldurnar á norska landgrunninum. Søgan um Ekofisk er nakað fyri seg. Tí eftir at hava borað umleið 32 brunnar á norska ladngrunninum uttan at raka við olju og gass, tóku flest øll oljufeløgini seg úr aftur Norra. Kortini helt tað amerikanska Phillips Petroleum seg til at bora enn ein brunn sum tann seinasta. Hann gjørdist ein fulltreffari og takkað verið honum mentist Norra til at gerast eitt av heimsins leiðandi olju- og gasslondum.
Við avtaluni um at longja livitíðina hjá Ekofisk hava feløgini, sum reka henda olju- og gassrisan, eisini gjørt av at gera nýggjar íløgur í nýggjar útbyggingar av goymslum, sum eru í sama øki, eisini nevnt Greater Ekofisk Area, ið liggur har suðuri á landgrunninum tætt við danska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald