Uttanlands

Mærsk gongur undan við grønari orku til skip

Danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk skundar nú enn meira undir royndirnar at gerast CO2 neutralt í 2040.

2022-03-31 13:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Nú um dagarnar skrivaði felagið undir sáttmála um samstarv við fleiri myndugleikar í Egyptalandi um at kanna møguleikarnar fyri at fara undir stórframleiðslu av grønum brennievnum í Egyptalandi, skrivar Søfart. 

[object Object]

Egyptland hevur sera góðar fortreytir fyri varandi orkuframleiðslu og hevur í hyggju at gerast leiðandi innan grøna orku í heiminum, og hjá Mærsk eru tey sera spent um at kunna samstarva um m.a. framleiðslu av grønum brennievnum til skip sigur Henriette Thygesen, stjóri í Mærsk sambært danska blaðnum.

Í fyrstu syftu fevnir samstarvið um at kanna amøguleikarnar fyri at framleiða vetni við varandi orku. Mærsk hevur játtað at vilja brúka brennievnið, tá tað er klárt at taka í nýtslu. Hon sigur annars, at atgongd til grøna orku og brennievni í nóg stórum nøgdum og til kappingarførar prísir er tann størsta einstaka avbjóðingin í royndunum at minka um CO2 útlátið frá altjóða skipaferðslu. 

Hon vísir á, at Mærsk fer eisini at brúka samstarvspartnarar kring heimin til tess at finna fram til bestu grønu loysnirnar í sambandi við at skunda undir framleiðsluna av eitt nú vetni sum brennievni. 

[object Object]

Umboð fyri Mærsk og egyptiskar myndugleikar skriva sáttmála um grønt samstarv

Mærsk hevur annars í sambandi við grøna orkuskiftið bílagt fyrst 8 og síðani 4 nýggj konteynaraskip, sum skulu brúka útlátsfrítt methanol sum brennievni. 8 av skipunum verða klár í 2024 og hini 4 í 2025, skrivar Offshore Energy. 


Keldur Offshore Energy og Søfart

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder