Ein av stóru fyri ikki at siga størstu avbjóðingunum í sambandi við tað grøna orkuskiftið er, hvussu heimsins skipaflotar kunnu fara frá diesel til grøn brennievni. Skip av øllum slag standa í dag fyri meginpartinum av CO2 útlátinum, og tí verður granskað í fleiri ymsum sløgum av grønum brennievnum eitt nú metanol.
Eitt av heimsins størstu reiðaríium, danska A.P. Møller - Mærsk er eitt teirra, sum gongur á odda til tess at finna nýggj brennievni, sum kunnu avloysa diesel og fossil brennievni, ið kann gera, at fyritøkan røkkur sínum máli um at verða CO2 neutralt í 2040.
Fyritøkan hevur nú tryggjað sær grønt metanol frá hálendska framleiðaranum OCI Global til jomfrúferðina hjá fyrsta av metanolriknu konteynaraskipinum hjá reiðaríinum.
Skipið, sum verður bygt í Ulsan í Suðurkorea, skal navngevast í Keypmannahavn í september. Og tað verður eingin minni enn forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen, sum verður gumma at skipinum.
Mærsk sigur sambært Søfart, at hetta verður ein varði ella vegamót í tess søgu. Longu í 2024 fer Mærsk at taka í nýtslu fleiri av líknandi skipum.
-Marknaðurin fyri grønum metanol er framvegis nýggjur og høvdu vit ikki roknað við at gerast partur av hesum so skjótt. Vit rokna við, at tað í framtíðini verður møguligt at fáa ymisk sløg av grønum brennievnum, sigur Morten Bo Christiansen, frá Mærsk.
Sum skilst framleiðir OCI sítt grøna metanol á eini amerikanskari fyritøku við at brúka biogass frá organiskum burturkasti á brennistøðum. Grøna metanolið lýkur krøvini, sum ES setir til slíka framleiðslu.
Mærsk leggur seg eftir at flyta 25% av sínum vørum í 2030 við grønum brennievnum.
Skipið hjá Mærsk verður tað fyrsta av sínum slag í heiminum, sum verður rikið við grønum metanol. Skipið er 172 metrar og verður mett at vera ein varði í royndunum hjá felagnum um ikki at lata út vakstrarhúsgassir í 2040.
-Okkara skip er eitt ítøkiligt dømi um tað grøna orkuskiftið, sum ES ynskir sigur Vincent Clerc fyrisitingarstjóri hjá Mærsk. Fyri bara nøkrum árum síðani var hetta skipið bara ein ímynd. Nú er tað veruleiki og vit eru errin av, at Ursula von der Leyen hevur játtað at vera gumma sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald