Uttanlands

Menna oljuleiting við New Foundland og Labrador

Um somu tíð sum dúgliga verður kjakast um framtíðar oljuvirksemið í Norðsjónum verður skundað undir virksemið hjá grannunum hinumegin Atlantshav, í havøkjunum út fyri New Foundland og Labrador.

2021-10-26 15:11 Author image
Jan Müller
placeholder

Her hava myndugleikarnir sum partur av framtíðar oljuleitingini givið oljufelagnum Quatar Energy loyvi til at keypa seg inn í eitt av lovandi loyvunum har, sum ExxonMobil er fyristøðufelag fyri. Miðeysturfelagið fer at eiga 40% av loyvinum.

Orkuráðharrin í Quatar, sum er eitt av stóru gassframleiðandi londunum í heiminum, fegnast sambært Energy Voice um at gerast partur av oljuvirkseminum í Kanada. Olja og gass verða framleidd á fleiri feltum í hesum stóra økinum á eysturstrondini á Kanada, og kanningar vísa, at nógv meira er til at kolvetnum í undirgrundini. Eitt av feløgunum, sum raðfestir hetta økið, er norska Equinor.

[object Object]

Hebron er ein av framleiðandi oljukeldunum út fyri New Foundland.

Quatar Energy er eitt av oljufeløgunum, sum seinastu tíðina hevur roynt at víðka sítt virksemi kring heimin, eitt nú til Guyana, Mexico, Suðurafrika og Namibia í samstarvi við TotalEnergies og Shell og saman við ENI í Kenya, Marocco og Mozambique.

Um somu tíð, sum hesi tíðindi berast, kunnger stjórnin í Quatar, at landið fer at gera stórar íløgur í framleiðsluna av vetni (hydrogen) eitt nú saman við oljufelagnum Shell.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder