Innanlands

MEST: -Hvussu minka vit útlát frá skipum og arbeiðsbátum

Hetta stóra málið í grøna orkuskiftinum ynskir fyritøkan MEST at varpa ljós á við  tiltaki á Hotel Hafnia mikudagin

2023-11-21 22:18 Author image
Jan Müller
placeholder

Grøna orkuskiftið er komið fyri at verða, og tað sannar fyritøkan MEST, sum ynskir at varpa ljós á, hvussu vit í Føroyum kunnu minka um útlát frá skipum og arbeiðsbátum.

Til at svara hesum spurningum hevur Mest fingið serfrøðingar úr bæði Norra, Danmark og Finlandi at luttaka á tiltaki á Panorama á Hotel Hafnia fyrrapartin mikudagin. Talan er um 50 innbodnar luttakarar frá vinnuni og myndugleikum, teirra millum eisini landsstýriskvinnan í umhvørvismálum. 

[object Object]

Hvussu kunnu vit uppstiga verandi flota til grønari loysnir - við battaríum, metanol og øðrum. Krøv frá kundum og myndugleikum hava við sær, at fiskifør, alibátar, tænastuskip, farmaskip og ferjur mugu leggja um til grønari loysnir.

Tað er við hesum í huga, at MEST hevur boðið veitarum at koma við teirra boðum uppá, hvussu fyritøkur kunnu uppstiga verandi flota ella byggja nýggj før við varandi grønum loysnum. 

Her nøkur av evnunum, sum verða umrødd: 

  • Burðardygd og minking av útlátinum, v/ MEST
  • Yvirlit yvir møguleikar  – uppá stutt og longri sikt, Wartsila Finland
  • Hybrid og el-loysnir, Brunvoll Norge
  • Hybrid og Metanol loysnir, Scania Nordhavn, Danmark
  • Hybrid loysnir og el. Frydenbø Norge
  • Hybrid og Brint loysnir, Cummins, Granly, Danmark

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder