Innanlands

Minesto mennir føroysku sjóvarfals verkætlanina

Svenska fyritøkan Minesto hevur so mikið góðar royndir av sínum arbeiði við varandi orku í Føroyum, at hon nú mennir verkætlanina til at kunna framleiða 200MW av sjóvarfalsorku

2024-02-22 09:15 Author image
Jan Müller
placeholder
Hetta sigur felagið fáar dagar eftir, at hon tók í brúk nýggja risastóra sjóvarfalsdrekan Dragon 12 í Vestmannasundi herfyri. Felagið sigur, at hetta verður gjørt eftir stóra eftirspurningin eftir grønari orku, har sjóvarfalsorkan kann fáa ein stóran týdning. Royndirnar og úrslitið við nýggjasta drekanum skapar grundarlag fyri at fara víðari við meningini. Víst verður á, at Føroyar við sínum ætlanum í grøna orkuskiftinum hava eina ta mest ambitiøsu ætlanina innan varandi orku. 

Minesto skrivar víðari, at tað hevur í kvittanum at byggja út sjóvarfalsorkuna á sjey ymsum plássum í Føroyum og sum skal geva 200MW í orku, nakað, sum svarar til 40% av samlaða streymtørvinum í Føroyum  í framtíðini. 

Stjórin í Minesto, Martin Edlund sigur, at endamálið hjá teimum er at veita streym til føroyskar brúkarar eitt nú eisini føroyska aliídnaðin, sum er í stórari menning. Minesto metir, at samlaða íløgan í at røkka 200MW verður 400 mió. euro. Stjórin í Minesto vísir á,  at eftir Vestmannasund er komandi útbyggingin av sjóvarfalsorku í Hestfirði tann við størstu raðfesting. Minesto arbeiðir við eini ætlan at menna sjóvarfalsorkuna á sjey ymsum plássum í Føroyum. 

Minesto samstarvar við SEV um sjóvarfalsorku útbyggingar. Streymurin frá drekunum í Vestamannasundi og skjótt eisini Hestfirði fara inn á netið hjá SEV og er við við til at veita streym til føroyskar brúkarar. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder