Innanlands

Møgulig útbygging av Sundsverkinum  

SEV farið at kanna útbygging av verkinum á Sundi 

2025-08-18 14:20 Author image
Jan Müller

Stóri og vaksandi eftirspurningurin eftir elorku hevur fingið leiðsluna í SEV at fara undir at kanna møguleikan fyri at fremja útbyggingar á Sundsverkinum.

Hákun Djurhuus, stjóri í Sev sigur við orkan.fo, at veitingartrygdin stendur altíð ovast á breddanum í einari elveiting og so er eisini í Føroyum. Hann sigur, at kanningar eru farnar í gongd, sum leggja upp fyri vaksandi eftirspurninginum og neyðugari útskifting av framleiðslueindum.

- Nógvir møguleikar verða lýstir, og tað er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt, hvørjar loysnir og plaseringar verða valdar sigur Hákun Djurhuus.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald