Innanlands

Møkster sendir føroyingar í land

Veika norska krónan orsøkin til at 56 føroyingar nú verða uppsagdir

Stril Merkur á Havnini herfyri (Mynd: Jan Müller)

Stril Merkur á Havnini herfyri (Mynd: Jan Müller)

2020-05-29 09:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóra norska reiðaríðið Simon Møkster Shipping tekur nú skipini Stril Merkur og Stril Mariner úr altjóða føroysku skipaskrásetingini, FAS, og fara aftur undir norskt flagg. Og samstundis verða 56 føroyingar sendir í land.

Tað skrivar vp.fo í dag.

Veika norska krónan er orsøkin til at føroyingarnir verða sendir í land, váttar Alf Møkster, fíggjarstjóri á norska reiðaríðnum fyri VP.

Inntøkurnar hjá skipunum verða avroknaðar í norskum krónum. Men føroysku manningarnar verða løntar við føroyskum krónum. Og tá kursurin á norsku krónuni er blivin so lágur í mun til føroysku krónuna, er støðan blivin sera trupul hjá reiðarínum.

- Føroyska manningin er blivin 6-8% dýrari í drift av hesum, sigur fíggjarstjórin hjá Møkster við VP.

Føroysku manningarnar fingu boðini í gjár, og menninir hava ímillum tveir og mánaða mánaða uppsagnartíð.

Tor Shipping í Havn hevur umboðað norsku skipini hjá Møkster í FAS.

Les eisini:

Føroyskur frálandaskipari: - Tað fer at ganga uppeftir aftur

Føroyingar við frálandaskipi fyri fyrstu ferð til Føroya

Ein vælvirkandi FAS-skipan góð fyri Føroyar

Sera væl nøgd við føroysku manningarnar

Ein dreymur gongur út - at koma til Føroya við skipinum

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder