Hóast heiminum tørvar orku í stóran mun og her eisini olju og gass, og orkuprísirnir eru ovurhøgur m.a. orsakað av stóra orkueftirspurninginum, so halda umhvørvisfólk og -felagsskapir ring alt Evropa fram við at mótmæla øllum nýggjum olju- og gassvirksemi. Hetta eisini hóast stjórnirnar í londum sum Bretlandi, Týsklandi, Hálandi o.ø. londum heita á olju- og gassfeløg um at økja um sítt virksemi fyri at nøkta stóra eftirspurningin.
Nú um dagarnar hava mótmælisgongur verið í fleiri londum eitt nú í London, har mótmælisfólk undir herrópinum “Just Stop Oil” sum part av víðgongda grøna bólkinum Exstinction Rebellion, hava stoytt reyða máling á stjórnarbygningar í býnum, har tey m.a. mótmæla seinasta loyvinum myndugleikarnir hava latið Shell at útbyggja gasskelduna Jackdaw í Norðsjónum. Jeremy Corbyn, fyrrverandi formaður í Labour, roynir at samaeina kreftir á grøna vinstravonginum í stríðnum móti oljufeløgunum og øllum teimum, sum vilja loyva hesum feløgunum at halda fram við sínum virksemi.
Upstream skrivar, at útlitini fyri vaksandi tørv á orku í Evropa og her eisini á olju og gassi, ikki minst eftir russisku innrásina í Ukraina, hava ikki lopið hvøkk á umhvørvisfelagsskapir, sum fyri ein og hvønn prís vilja øllum olju- og gassvirksemi til lívs. Umhvørvisfólkini vilja við hesum nýggjastu átøkunum minna oljufeløgini á, at tey ætla sær ikki at gevast við stríðnum móti nýggjum olju- og gassvirksemi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald