Innanlands

Mótmæla oljuleitingum á altjóða veðurlagsverkfalli

Fríggjadagin 3. mars verður aftur veðurlagsverkfall í Havn, sum Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipa fyri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-02-27 09:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 3. mars er altjóða verðurlagsverkfall, og veðurlagsverkfall verður eisini í Føroyum.

Tiltakið verður við Speakers Corner í Havn og byrjar klokkan 12.30. Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Mortensen bera fram røðu; aftaná er orðið frítt.

Fyriskiparar av verkfallinum eru Veðurlagslóg NÚ! og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag.

– Landsstýrið blæsur við mjøli í munninum: samstundis sum tey gera tað púra greitt, at vit skulu halda altjóða avtalur um veðurlagsbroytingar fyri at varðveita eitt trygt veðurlag, ynskja tey at halda fast við leita eftir olju í føroysku undirgrundini. Hetta ber ikki til, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

– Tí siga vit í samband við altjóða veðurlagsverkfallið: Latið oljuna liggja! Vit skulu hinvegin seta ferð á grøna orkuskiftið, minka um okkara orkunýtslu og lækka vakstrarhúsgassútlátið munandi.

Les eisini: Meiriluti á tingi fyri framhaldandi oljuleiting

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder