Tað er skotski miðilin The National, sum skrivar um undirskriftainnsavnan móti útbyggingini av Cambo oljufeltinum eystan fyri Føroyar. Stigtakararnir siga, at teir higartil hava savnað 4500 undirskriftir móti hesi komandi útbyggingini á Atlantsmótinum og heita á Boris Johnson, forsætisráðharra um at steðga almennu góðkenningini av útbyggingini, sum teir meta gongur ímóti veðurlagspolitikkinum.
Talan er um umhvørvisfelagsskapin Friends of the Earth umframt Green Party í Bretlandi, sum hava skrivað til forsætisráðharran, har tey vísa á, at góðkenning av Cambo útbyggingini er ímóti Parísavtaluni frá 2015 og eisini ímóti niðurstøðuni hjá altjóða orkustovninum IEA um at steðga øllum nýggjum olju- og gassútbyggingum. Víst verður eisini á, at tað verður eitt sera óheppið signal at senda, um stjórnin fer at loyva hesi oljuútbyggingini júst um somu tíð sum altjóða veðurlagsráðstevna verður hildin í Glasgow í november.
Umboð fyri stjórnina vísa atfinningunum aftur og siga, at talan er ikki um eina nýggja útbygging so sum. Talan er harafturímóti um eitt loyvi til at leita og seinni útbyggja, sum varð latið til eigararnar av Cambo longu í 2001. Keldan varð so funnin í 2002, og nú nærum 20 ár seinni er ein útbyggingarætlan klár at lata myndugleikunum til endaliga góðkenning.
Víst verður eisini á, at hvat víðvíkur arbeiðinum at minka um CO2 útlátið á bretska landgrunninum, so er framleiðslan á Cambo og øðrum komandi framleiðslum har um leiðir tikin við í útrokningarnar fyri framtíðar útlátið. Tískil fer almenni myndugleikin OGA, Oil and Gas Aurhority, uttan iva at góðkenna verkætlanina longu í summar.
OGA og oljuvinnan í Bretlandi hava annars longu gjørt avtalur um, hvussu grøna orkuskiftið skilabest kann fara fram, samtíðis sum arbeiðsplássini í oljuvinnuni og harvið eisini inntøkurnar til landið, kunnu varðveitast, soleingi tørvur er á olju og gassi.
Bretland hevur annars boðað frá, at tað fer ikki at fylgja donsku avgerðini um at gevast við at leita eftir olju og gassi. Sama hevur Norra gjørt av. Hvat Norra viðvíkur so fer stjórnin framhaldandi at geva loyvi til fleiri nýggjar olju- og gassútbyggingar. Bretland hevur eisini gjørt greitt, at tað ynskir sjálvt at kunna framleiða olju og gass til egna nýtslu heldur enn at skula vera bundið at innflutningi úr eitt nú londum úr Miðeystri. Og vísir samtíðis á, at tað fer at vera tørvur á bæði olju og gassi í mong ár aftrat. Tískil ynskir Bretland eisini at varðveita og menna framleiðsluna í Norðsjónum, sum eisini hevur alstóran týdning fyri arbeiðsplássini og fyri landskassan.
Cambo liggur millum fleiri onnur olju- og gassfelt, sum kunnu hugsast at verða útbygd við at binda í Cambo í framtíðini eisini.
Sett verður so á Cambo útbyggingina í 2022 við fyrstu oljuni í 2025. Framleiðslan fer at vera góðar 50.000 tunnur um dagin. Cambo, sum verður fimtstørsta oljuframleiðandi keldan í Bretlandi, goymir 800 mió. tunnur av olju, og fyrsti partur av útbyggingini fer eftir 150 mió. tunnum.
Roknað verður við at grønt ljós til Cambo fer eisini at hava ávirkan á komandi útbyggingar á bretska landgrunninum. Flestu av hesum liggja eisini á Atlantsmótinum tvs. millum Hetland og Føroyar. Tær eru m.a. Rosebank, Clair South, Glendronach, Suilven, Tornado og Victory.
Ein útbygging av Cambo, sum liggur nærum uppat føroyska markinum og er tann keldan, sum liggur tættast við Føroyar yvirhøvur, fer at geva øllum hesum økinum millum Føroyar og Hetland eitt spildurnýtt grundarlag at virka út frá, nevniliga við einum nýggjum undirstøðukervi, sum kann koma framtíðar fundum og útbyggingum bæði í bretskum og føroyskum øki sera væl við.
So tætt við føroyska markið liggur Cambo, sum helst verður útbygt. Við slíkari útbygging verður grundarlag lagt fyri nýggjum undirstøðukervi, sum kann taka ímóti bæði olju og gassi frá hesum fjarðu leiðunum millum Hetland og Føroyar, og tá eisini frá møguligum fundum føroysku megin markið eisini.
Áhugavert er eisini at býta merki í, at norska seismikkfyritøkan PGS er farin undir at tulka 3D seismikk frá økinum nærhendis markinum av nýggjum, nú tað metir, at grundarlag er fyri at finna nýggjar olju- og gassgoymslur vestan fyri tær keldurnar, sum longu eru funnar á bretskum øki. At eitt so kent felag sum PGS tekur slíkt stig kann uttan iva fáa týdning fyri føroyska leiting eisini og kann koma at varpa nýtt ljós á økið báðumegin markið. Lesið grein um hesar kanningar á oljan.fo í næstum.
Soleiðis kann ein framtíðar útbygging av Cambo koma at síggja út. Oljan fer umborð á eitt framleiðslu- og goymsluskip, meðan gassið fer umvegis rørleiðingar til Hetlands. Eitt undirstøðukervi, sum møgulig fund føroysku megin markið uttan iva kunnu binda í eisini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald