Uttanlands

Mótmæla veðurlagsbroytingum í London og Berlin

Hetta vikuskiftið hava túsundtals mótmælisfólk og -felagsskapir í London og Berlin mótmælt veðurlagsbroytingum og framhaldandi nýtsluni av fossilum brennievnum.

2023-04-23 21:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Í London varð mótmælt frammanfyri bretska parlamentið í sambandi við jarðarinnar dagin, sum var leygardagin. Tað er fyrst og fremst umhvørvisfelagsskapurin Extinction Rebellion, sum saman við Just Stop Oil, ið  stendur aftanfyri stóru mótmælisgongunum. Hetta hendi samtíðis sum stóra London Marathon var í bretska høvuðsstaðnum.

[object Object]

Nú um dagarnar tók felagsskapurin Just Stop Oil eitt heldur óvanligt stig til tess at varpa ljós á sítt arbeiði móti oljufeløgum við at stoyta máling á eitt av billardborðunum í Sheffield, har heimsmeistarakappingin í Snooker verður hildin. Hetta stigið gjørdi, at ein av dystunum mátti útsetast.

Eisini í týska stórbýnum  Berlin hava verið mótmælisgongur og væntandi fara hesar at halda fram mánadagin. Stigtakararnir hava boðað frá sera stórari luttøku

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder