Uttanlands

Mótmælisfólk frá Greenpeace tikið seg umborð á oljupall

Fleiri fólk frá Greenpeace komu sær í gjár um borð á ein oljupall hjá Shell, sum er ávegis úr Kina í Norðsjógvin

2023-02-02 12:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendi út fyri Kanarisku oyggjarnar. Fleiri bátar frá Greenpeace løgdu seg fyri skipið, sum flytur pallin longu leiðina úr Asia. Skipið hevði kós móti Penguin olju- og gasskelduni eystan fyri Hetland, har pallurin skal arbeiða. Atsóknin er ein roynd hjá Greenpeace felagsskapinum at fáa Shell at gjalda fyri sína oyðing av umhvørvi og heiminum sum heild og at stegða allari olju- og gassframleiðslu í Norðsjónum. Fýra mans frá felagssskapinum eru í løtuni umborð á pallinum og hevur Shell longu ávarað um trygdina umborð, nú ógreitt er, hvat mótmælisfólkini hava í kvittanum annað enn at gera vart við sína støðu. 

Undir herrópinum  “Stop Drilling. Start Paying” krevja Greenpeace fólkini, at Shell, sum tey siga í áratíggju hevur dálkað klótuna, skal gjalda fyri hesa oyðilegging og annars gevast við sínum virksemi, sum er oyðandi fyri veðurlagið. Tey vísa á, at Shell eins og onnur oljufeløg hava ongantíð goldið fyri tær oyðileggingar, sum tey eru atvoldin til. 

[object Object]

Hetta er fyrstu ferð síðani 2019, at Greenpeace fremur tiltak sum hetta. Shell ger sambært Financial Times greitt, at tað hevur bundið seg til at minka um útlátið frá sínum virksemi men vísir samtíðis á, at tað er noytt til framhaldandi at gera íløgur í olju- og gassframleiðslu fyri at kunna nøkta eftirspurningin í heiminum, um somu tíð sum tað eisini ger íløgur í reinari orku. 

Penguin keldan eystan fyri Hetland, hevur framleitt síðani 2002. Í 2018 gjørdi Shell av at longja um livitíðina hjá hesi kelduni við at bora fleiri brunnar, sum skulu bindast í nýggja framleiðslupallin. Ætlanin er at framleiða 45.000 tunnur um dagin, eftir at útbyggingin og nútímansgerðin er liðug. 

[object Object]

“Verkætlanir sum  Penguin hava alstóran týdning fyri veitingina av orku og at hjálpa Bretlandi at minka útlátið, sum annars kemur frá nnfluttari orku, ið er bæði dýrari og hevur størri útlát", sigur umboð fyri Shell, sum ávarar um vandarnar fyri skaðum, nú fólk fara um borð í ringum veðri. "Vit virða rættin hjá øllum at siga sína hugsan. Men tað hevur týdning at tiltøk verða framd uttan at seta lívið hjá øðrum í vanda. 

Skipið, sum hevur pallin umborð, heldur leiðina fram sum ætlað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder