Ravmagnið frá Sev er alt annað enn grønt í dag.
Tað var ikki ein ond í morgun, logn, og vindmyllurnar stóðu pinnastillar.
Og sambært uppgerðini hjá Sev á heimasíðuni varð ikki eitt einasta kilowatt framleitt av vindorku nakrastaðni í Føroyum í morgun.
So wattini eru svørt, tí næstan 90 prosent av ravmagninum eru framleidd av oljuriknum motorum.
Vatnorkan er eisini avmarkað, tí tað er bert Eiðisverkið, sum framleiðir streym í dag.
Hinvegin byrjar biogass at vera ein álítandi partur av føroysku ravmagnsframleiðsluni. Í morgun framleiddi biogassvirkið Førka 0,75 kW svarandi til 1,4 prosent av samlaðu streymframleiðsluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald