2025-11-18 18:17
Meðan flestu okkara lógu og svóvu í nátt vóru montørar hjá Sev til arbeiðis.
Ein jørðventilur á linjuni millum Selatrað og Strendur var brotin og skuldi skiftast, og tað kann hava stórar avleiðingar fyri streymveitingina, um slíkt ikki verður umvælt ella skift so skjótt sum gjørligt, sigur elfelagið.
Arbeiðið krevur, at streymurin verður slitin, og fyri ikki at órógva alt ov mikið, verður tað gjørt um náttina. Tí varð streymveitingin til Morskranesar, Kolbeinagjógv og Selatrað slitin nakrar tímar í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald