Norra er undangonguland, tá talan er um keyp av elbilum. Heilir 9 av 10 bilum í mars vóru elbilar.
Nú vísir tað seg, at sølan av elbilum eisini av álvara er farin at merkjast í øðrum londum enn Norra.
Í fjør vórðu seldir 10 mió. elbilar í heiminum. Hetta tal væntast at vaksa til 14 mió. í ár skrivar E24, sum vísir til tøl frá altjóða orkustovninum IEA. Hetta merkir, at 18% av altjóða søluni av nýggjum bilum í ár verða elbilar. Tann parturin var 14% í fjør og 4% í 2020.
Stjórin í IEA, Fatih Birol sigur, at elbilar eru drívmegin í nýggja altjóða orkubúskapinum.
Hetta merkir eisini, at tørvurin á olju minkar, og heldur gongdin fram sum higartil fara elriknir bilar at kunna minka um tørvin á olju við umleið 5% innan 2030 stendur í frágreiðingini frá IEA.
Birol heldur fyri, at gongdin hevur munandi ávirkan á eftirspurningin eftir olju. -Elbilar broyta status quo. Innan 2030 fara teir at minka um tørvin á fimm mió. tunnum av olju um dagin. Bilarnir eru bara fyrsta bylgjan, síðani koma elbussar og ellastbilar sigur IEA stjórin.
Sambært frágreiðingini koyra í dag 26 mió. elbilar á vegunum í heiminum. Til sammetingar er altjóða bilparkin umleið ein mia. bilar.
Metingarnar um gongdina á elbilamarknaðinum eru nógv broyttar seinastu árini. Í 2016 segði IEA stjórin, at tað vórðu seldir 550.000 elbilar í heiminum árið fyri og at elbilar høvdu lítla ávirkan á oljueftirspurningin. Tá metti IEA at talið á elbilum kann hækka til 150 mió. innan 2040.
Í dag siga metingarnar hjá stovninum, at talið á elbilum kann hækka til 240 mió. longu innan 2030. Í eini framtíðar støðu, har heimurin gongur fram ímóti netto null útláti í 2050, verður talið á elbilum í 2030 mett at verða nærri 400 mió, sambært IEA. Í 2022 vórðu 425 mia. dollarar brúktir uppá elbilar, sum er 50% meira enn í 2021. Umleið 10% av tí var statsstuðul.
Londini, sum liggja á odda innan menningina av elbilum, eru Kina, USA og Evropa. Kina stóð fyri 60% av elbilasøluni í fjør, og meira enn helvtin av øllum elbilum í heiminum koyrir á kinesiskum vegum. Fimti hvør bilur, sum varð seldur í Evropa, var ein elbilur, í USA var talið 8%.
Bilframleiðarar koma við nýggjum modellum alla tíðina, og í dag eru 500 ymisk modell av elbilum og er talið tvífaldað síðani 2018.
Ein orsøkin til stóra vøksturin í elbilasøluni er m.a. nýggja lógin í USA, “Inflation Reduction Act”, sum skal leggja USA á odda í grøna orkuskiftinum við m.a. at stuðla framleiðsluni av eitt nú elbilum. Esini í Evropa verða líknandi stig tikin. Sambært IEA fer luturin hjá elbilum í meðal at vera 60% í Kina, USA og ES innan 2030.
Ein týðandi partur av hesi gongdini er framleiðslan av battaríum og øðrum lutum til elbilar. Her gongur Kina á odda, men eisini USA og ES royna at økja um heimligu framleiðsluna.
Keldur: E24 og IEA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald