Uttanlands

Navnabroytingar í Norra: Frá olju til orku

Norska stjórnin hevur avgjørt frá 1. januar at broyta navnið  “Olje- og energidepartementet” til Orkuaðalráðið. 

2023-10-16 13:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Grøna orkuskiftið hevur seinastu árini verið við til at broyta navnaumrøðuna av fyrst og fremst olju og gassi. Oljufeløg hava skift navn og heiti og sama er galdandi fyri myndugleikar, ið arbeiða við olju- og gassi. Sum heild eru oljuheiti skift út við orkuheiti. Og Norra er einki undantak. Vit minnast øll Statoil, sum eitt skifti varð partur av føroysku oljuleitingini. Tað skifti navn til Equinor.

[object Object]

Frá 1. januar 2024 verða gjørdar fleiri navnabroytingar í norsku orkufyrisitingini. Norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre kunngjørdi í morgun navnabroytingar, har heitið “olja” verður strikað og “orka” brúkt ístaðin.

-Ein støðugt størri partur av okkara orku kemur frá nýggjum orkukeldum so sum vindi, sól, vatni og øðrum orkukeldum. Vit eru eisini í eini tíð við grønum orkuskifti, og menningin av meiri varandi orku fer at halda fram í framtíðini sigur Jonas Gahr Støre, sambært e24.

-Hetta sigur okkum somikið, at ein einstøk orkukelda eigur ikki at verða raðfest fyrst í navninum á orkuaðalráðnum. Men “Energidepartementet” fer at hava júst sama ábyrgdarøki sum “Olje- og energideparementet” hevur í dag. 

[object Object]

Um somu tíð sum aðalráðið skiftir navn fer ráðharrin, sum stendur á odda fyri orkuaðalráðnum at skifta heiti frá olju- og orkumálaráðharri til orkumálaráðharri. Í dag er tað Terje Aasland, sum umsitur hetta málsøkið.

[object Object]Terji Aasland, frá oljumálaráðharri til orkumálaráðharri

Fyrr í ár kunnaði stjórnin um, at nøvnini á tveimum øðrum almennum  stovnum,  “Petroleumstilsynet” og "Oljedirektoratet” verða broytt til ávikavist “Havindustrytilsynet” og “Sokkeldirktoratet”. Tá hetta varð kunngjørt herfyri segði forsætisráðharrin, at hesir báðir stovnarnir hava alstóran týdning til tess at menna norska landgrunnin, bæði innan olju og gass og innan nýggjar vinnur sum flutning og goymslu av CO2, havvindi og havbotnsmineralum.

Kunningin um navnabroytingar kemur um somu tíð, sum norska stjórnin hevur avgjørt at skifta út fimm ráðharrar, meðan tveir hava fingið onnur øki at umsita. Teirra millum er uttanríkisráðharran. Espen Barth Eide verður nýggjur uttanríkisráðharri og hevur røkt henda sessin í undanfarnari stjórn. Hann avloysir Anniken Hvidtfeld.

[object Object]

Enn ein týðandi broyting í stjórnini er, at tann ungi Andreas Bjelland Eriksen verður nýggjur veðurlags- og umhvørvismálaráðharri. Í dag umsitur Espen Barth Eide hetta málsøkið. Á tíðindafundi í morgun fegnaðist Jonas Gahl Støre, forsætisráðharri um, at ein ungur politikari sum Andreas Eriksen nú fer at umsita eitt tað mest týðandi málsøkið. Hann skal tryggja, at Norra røkkur veðurlagsmálunum.

[object Object]31 ára gamli Andreas Bjelland Eriksen, sum fær týðandi uppgávuna at umsita veðurlags- og umhvørvismál í Norra.

Enn eitt nýbrot í stjórnini er eitt nýtt aðalráð, “Digitaliserings- og forvaltningsministeriet”, sum skal vera við til at fylgja upp tíðarinnar broytingum og krøvum.  

Keldur: E24, NRK

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder