Leygardagin handtók løgreglan í Niðurlondum 2.400 veðurlagsstríðsfólk, sum blokeraðu ein motorveg til býin Haag. Millum tey handtiknu vóru bæði ómyndigir og eldri persónar.
Løgreglan brúkti vatnkanónir móti mótmælisfólkunum, men ongar fráboðanir eru um fólkaskaða, skrivar Ritzau.
(Mynd: EPA)
Mótmælisfólkini kravdu, at niðurlendski staturin gevst at lata olju- og gassídnaðinum stuðul. Sambært fyriskiparunum av mótmælinum stuðlar niðurlendski staturin hesum ídnaðinum við eini upphædd, sum svarar til 280 milliardir krónur um árið.
Bólkurin Extinction Rebellion, sum skipaði fyri mótmælinum, hevur boðað frá, at hann fer at halda fram at mótmæla, so leingi sum niðurlendska stjórnin brúkar pengar hjá skattgjaldarunum til at stuðla olju og gass.
Sambært løgregluni og borgarstjóranum í Haag, luttóku millum 10.000 og 12.000 fólk í mótmælinum í gjár. Extinction Rebellion heldur tó, at talið á luttakarum var nærri 25.000.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald