Hóast havvindorka leingi hevur verið torfør at temja eitt nú um okkara leiðir í Norðsjónum, so tykjast fleiri lond við Norðsjógvin og onnur við kortini trúgva uppá, at havvindorka er partur av orkuframtíðini í Evropa.
Ein komandi spildurnýggj verkætlan skal stuðla uppundir hesa vón. Verkætlanin, sum verður nevnd “Hamburg Declarition”, varð kunngjørd á orkufundiinum “The North Sea Summit” í Hamburg nú um dagarnar.
![]()
Endamálið er at útbyggja vindorkuna til havs í Norðsjónum í fleiri londum og gera nýtslu av felags netinum. Tey níggju londini, sum eru partur av verkætlanini siga seg vilja standa saman um at verja orkutrygdina í londunum.
Bretski orkuráðharrin Ed Miliband, sum er ein av stigtakarunum, fer at undirskriva avtaluna í dag saman við ráðharrum úr Belgia, Danmark, Fraklandi, Týskalandi, Íslandi, Írlandi, Luxemburg, Hálandi og Norra.
Avtalan setur karmar fyri í felag at menna verkætlanir við havvindorku millum lond, sum m.a. eru knýtt saman í Norðsjónum.
Sambært fráboðanini samdust luttakandi londini í fyrsta lagi um at veita 100 GW av havvindorku ígjøgnum samvirkandi verkætlanir, harímillum sokallaðar offshore-hybridloysnir. Londini skulu binda seg til at framleiða 15 GW av streymi um árið fram til 2050.
Hetta eru vindmylnulundir, sum eru knýttar beinleiðis at fleiri enn einum landi við einum felags neti soleiðis, at elorka kann flytast tvørtur um landamørk.
Evropisk lond hava áður bundið seg til at byggja 300 GW av havvindorku í Norðsjónum fram til 2050.
Ídnaðurin í londunum hevur bundið seg til at gera íløgur uppá eina mia. euro. í verkætlanina.
Nýggja avtalan staðfestir, at ein triðingur av hesum málinum skal veitast ígjøgnum felags verkætlanir heldur enn gjøgnum loysnir í hvørjum landi sær.
Miliband sigur, at sáttmálin fer at styrkja orkutrygdina og stytta um útsetingina av óstøðugum marknaðum fyri fossil brennievni.
“Vit vilja ganga á odda við reinari orku, sum kann fáa Bretland av fossila orku- rullivogninum og geva okkum orkusuverenitet og ríkiligt av orkuútboðum,” segði hann sambært Energy Voice í morgun.
![]()
Ein havvindmylnulund í týska partinum av Norðsjónum
Týski ráðharrin fyri búskap og orku, Katherina Reiche, segði, at Norðsjógvurin er eitt strategiskt lyklaøki fyri orku- og veitingartrygdina í Evropa.
“Við at skipa fyri útbygging, neti og ídnaði saman og seta hetta í verk tvørtur um landamørk, skapa vit reina og bíliga orku, styrkja okkara ídnaðargrundarlag og økja um strategiska suverenitetin í Evropa,” segði Reiche.
“Dagurin í dag er ein íløguavtala, sum gevur álítandi framtíðarútlit fyri offshore-vinnuna, tryggjar virðisskapan í Evropa og førir við sær framtíðartrygg størv.”
![]()
Offshore hybrid-loysnir í Norðsjónum
Bretland hevur eisini ein karm fyri at menna samstarvið við Týskland um offshore hybrid-loysnir, sum sameina sambindingar til vindmylnulundir og net/leiðingar í einum undirsjóvarkervi.
Stjórnin sigur, at hetta kann skapa útflutningsmøguleikar fyri bretsk feløg, sum arbeiða við net-tøkni og offshore-verkfrøði.
Toppfundurin fór fram samstundis, sum Bretland og ES byrjaðu samráðingar um møguliga bretska luttøku í innara elmarknaðinum hjá ES.
Bretska stjórnin sigur víðari, at eitt slíkt stig kann stuðla íløgum í reinari orku í Norðsjónum og minka um handilsforðingar.
‘Søgulig fráboðan’ fyri havvindorku
Leiðarar innan endurnýtslu av orku í Bretlandi tóku í stóran mun væl ímóti undirskrivingini av Hamburg-fráboðanini.
Varastjóri í RenewableUK, Jane Cooper, segði eftir fundin, at “ambitiøsa fráboðanin” fer at økja munandi um orkutrygdina í Bretlandi og Norðsjóvarøkinum.
“Henda søguliga fráboðan setur havvindorku í miðdepilin av elskipanini í Evropa, har Bretland gongur á odda,” segði Cooper.
“Vit styrkja okkara trygdar-samstarv fyri at tryggja, at krittiska orkuinfrakervið í Norðsjónum er vart móti skaða, so vit altíð álítandi kunnu framleiða tær stóru nøgdirnar av reinari orku, sum Bretland og okkara grannar hava tørv á.”
Forsetin í National Grid Ventures, Ben Wilson, segði, at fráboðanin er eitt “stig móti eini meira samantvinnaðari orkuskipan í Norðsjónum” ígjøgnum stórar millilanda verkætlanir.
“LionLink og verkætlanir sum tær, ið verða fráboðaðar í dag, eru týdningarmiklar fyri at gagnnýta tilfeingið so skilagott sum gjørligt, minka um kostnaðir og avmarka ávirkanina á strandasamfeløg,” segði Wilson.
“Samstarv um slíkar verkætlanir er lykilin til at veita tryggari og bíligari orku til bretskar og evropeiskar brúkarar.”
Stjóri í Energy UK, Dhara Vyas, segði, at tættari samstarv um veitingarketur, standardisering og felags infrastruktur er “tann mest effektiva leiðin til at minka um orkukostnaðir”, samstundis sum búskaparligur vøkstur og arbeiðspláss verða styrkt.
Keldur: Energy Voice, EnergyWatch, Guardian, Politico, UK Government
![]()
![]()
Nýggja avtalan millum níggju lond í Evropa um felags stev og ætlanir á havvindorkuøkinum er eitt greitt aftursvar til royndirnar hjá amerikanska forsetanum Donald Trump at fáa Evropa at venda vindorkuni bakið.
![]()
![]()
Miðlar í Evropa gera nógv burtur úr avtaluni, sum níggju evropeisk lond hava undirskrivað í Hamburg um menning av havvindorkuni í Norðsjónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald