2023-05-17 23:50
Jim Ratcliffe, sum eigur felagið Ineos og sum ætlaði at keypa fótbóltsfelagið Manchester United, hevur slept ætlanini at keypa fótbóltsfelagið, tí hann heldur nýggi eykaskatturin á orkufeløg er við at taka lívið av vinnuni í Norðsjónum.
Sum stjóri í einum av ríkastu fyritøkunum í Bretlandi ger hann nú greitt, at skattapolitikkurin hjá stjórinini er við at taka kvørkratak um bresku olju- og gassvinnuna.
Meðan skattingin av oljufeløgum fyrr var 40% er hon nú 75%. Hetta orsakað av høgu orkuprísunum í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Fleiri orkufeløg, sum arbeiða í Norðsjónum og vestan fyri Hetland mótmæla høga eykaskattinum og siga, at hann fer at gera, at feløg gevast við at gera íløgur í olju- og gassvirksemi á bretska landgrunninum. Tað hevur longu fingið fleiri feløg at siga upp hundraðtals arbeiðsfólkum.
Stjórin í Ineos sigur, at alsamt fleiri feløg rýma úr Norðsjónum og vísir á, at í USA rinda feløgini 37% í skatti í mun til tey 75% í Bretlandi. Jim Ratcliffe sigur, at eykaskatturin í Bretlandi gevur onga meining og hava myndugleikarnir ikki hugsað um, at skatturin er ein deyðsskattur.
Hetta hendir um somu tíð, sum ovasta leiðslan í ST ávarar móti menningini av oljuvinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald