2023-01-24 17:45
Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland sigur í einum tíðindaskrivi í morgun, at nýggja leitingin hevur stóran týdning fyri Evropa og Norra og eisini økini í Norðurnorra, sum fáa gagn av nýggjum framtíðar virksemi í økinum.
"Okkum tørvar nýggj fund til tess at kunna menna norska landgrunnin. Tí havi eg í dag sett gongd á árligu leitiútbjóðingina, sum bjóðar leitiøki til oljufeløgini.”
Uppskotið fer nú til hoyring. Teir 92 teigarnir koma aftrat teimum, sum longu eru bodnir út í sonevndum búnum økjum á landgrunninum. Tvs. økjum, har oljuvirksemi longu eru frammanundan og undirstøðukervið er væl útbygt.
Verða nýggj fund gjørd í slíkum økjum, kunnu tey oftast bindast í verandi framleiðslur, og tað minkar munandi um íløgurnar og ger harvið framleiðslu meira lønandi. Eisini er skjótari at fáa gongd á framleiðsluna í nýggjum keldum í búnum økjum. Freistin at søkja er í triðja ársfjórðingi og verða loyvini latin í januar 2024.
Stórur áhugi var fyri leitiloyvum í 33. útbjóðingini í Bretlandi herfyri. Hesi eru tey violettu á kortinum eitt nú framvið føroyska markinum.
Eisini hinumegin Norðsjógvin í bretskum øki hevur verið útbjóðing av nýggjum leitiloyvum. Har var úrslitið, at ikki færri enn 76 orkufeløg søktu um leitiloyvi. Nú verður so bíðað eftir, at loyvini verða latin. Her er ikki óhugsandi, at fleiri teirra verða latin tætt upp at føroyska markinum, har tað longu eru gjørd fleiri stór olju- og gassfund, sum helst verða útbygd til framleiðslu komandi árini.
Samstundis sum leiting fer fram í næstu grannalondunum stendur føroyski landgrunnurin opin fyri oljufeløg at søkja um leitiloyvi. Jarðfeingi hevur í hesum sambandi viðgjørt og tulkað data frá økinum og latið hesi til fleiri oljufeløg.
Útlendsk feløg kunnu bjóða uppá leitiøki (Open Door) innanfyri svørtu strikurnar og markið (reyða linjan)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald