Uttanlands

Norra bjóðar sær av avloysa russiskt gass

Norski oljumálaráðharrin bjóðar ES nógv meira gass í framtíðini, um ES lond vilja binda seg til at keypa gassið

Eldribrandur á gassverksmiðjuni á Melkøya í 2020 hevur kostað dýrt hjá Equinor, sum hevur mist 20 mia. kr. í inntøkum. Nú fer framleiðslan loksins í gongd aftur og kann hon muna væl í royndunum at lata ES gass, nú londini vilja sleppa av við gass úr Russlandi.

Eldribrandur á gassverksmiðjuni á Melkøya í 2020 hevur kostað dýrt hjá Equinor, sum hevur mist 20 mia. kr. í inntøkum. Nú fer framleiðslan loksins í gongd aftur og kann hon muna væl í royndunum at lata ES gass, nú londini vilja sleppa av við gass úr Russlandi.

2022-05-29 16:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska framleiðslan av gassi hevur ongantíð verið so stór sum nú, og Norra bjóðar sær nú at veita enn  størri nøgdir av gassi komandi árini, sum kann koma ístaðin fyri ein part av gassinum, sum ES annars keypir úr Russlandi. Men til tess at kunna gera íløgur í eina økta gassframleiðslu má Norra vita, um ES fer at taka av tilboðnum og binda seg til at keypa framtíðar gass úr Norra.

[object Object]

Hetta sigur norsku oljuráðharrin  Terje Lien Aasland, nú ES hevur gjørt greitt, at tað ætlar sær at gevast við at keypa gass úr Russlandi. Ætlanin er at minka um innflutningin av russiskum gassi við tveimum triðingum í 2022.  Norra hevur møguleikar at økja um framleiðsluna av gassi við verandi gassleiðum, men skal framleiðslan økjast enn meira fyri at nøkta eftirspurningin frá ES, so verður eisini neyðugt við at gera íløgur í nýggjar framleiðslur. Gassleiðirnar Oseberg, Heidrun og Troll hava longu fingið boð um at skapar umstøður fyri at kunna økja um framleiðsluna. 

Eitt stig á hesi leiðini varð tikið fríggjadagin, tá Equinor fór undir aftur gassframleiðsluna á stóra gassverkinum á  Melkøya út fyri Hammerfest. Ein eldsbruni í 2020 steðgaði framleiðsluni og hevur tað tikið nærum tvey ár at fáa umvælt verksmiðjuna, sum í næstum fer at flyta flótandi gass til meginlandið aftur. Talan er um gass frá Snøvit leiðini í Barentshavinum og fer henda framleiðslan at muna væl í stóra eftirspurninginum eftir gassi í Evropa. Eldsbrunin á Melkøya hevur kostað dýrt. Mett verður at Equinor, sum stendur fyri framleiðsluni, hevur mist 20 mia. kr. 

Kappingin um gassið er stór. Bæði Evropa og Asia vilja hava fatur á flótandi LNG gassinum, sum eitt nú Norra framleiðir. Hetta hevur so eisini fingið prísirnar at hækka sum ongantíð áður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder