Norra er eftir øllum at døma tað landið í heiminum, sum raðfestir námsvinnu á havbotninum fremst, fylgja vit gongdini á økinum. Herfyri samtykti Stórtingið at fara undir nýggja vinnu á norska landgrunninum, har kanningar longu hava víst stórar mongdir av mineralum. Eftirspurningurin eftir hesum mineralum er sera stórur og hevur alstóran týdning fyri grøna orkuskiftið, har hesi mineral verða brúkt í eitt nú battaríum ol.
Myndugleikarnir hava skrivað til nakrar serstakar fyritøkur og biðið tær útpeika øki, sum tær halda eru serliga áhugaverd í sambandi við námsvinnu á havbotninum.
Tilnevningin snýr seg í fyrstu syftu um at útvega nýggja vitan , sum so aftur skal gera av júst, hvørji øki verða boðin út.
- Hetta er byrjanin til nakað, sum vit gott kunnu ímynda okkum verður ein nýggj vinna á norska landgrunninum sigur Torgeir Stodal, stjóri í orkumálaráðnum. Væntandi verður fyrsta útbjóðing latin upp eftir summarfrítíðina í ár.
Les mer om 1. konsesjonsrunde for mineralvirksomhet på havbunnen
Eisini í Føroyum verður fylgt væl við, hvat hendir í Norra, nú føroyski havbotnurin eisini goymir mineral. Tað er Jarðfeingi, sum stendur fyri kanningararbeiðinum um okkara leiðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald