Uttanlands

Norra ger klárt til framtíðar havvindmylnulundir

Norska olju- og orkufyrisitingin hevur kunngjørt lista yvir 20 øki, sum kunnu brúkast til framtíðar havvindmylnulundir

2023-06-23 17:53 Author image
Jan Müller
placeholder
Norra er bert eitt av londunum kring Norðsjógvin, sum nú leggur lunnar undir at byggja vindmylnulundir til havs.

[object Object]

Nýliga hava norskir myndugleikar peikað út 20 øki kring norsku strondina, sum hildið verður egna seg væl til at hýsa havvindmylnulundum.

Eftir ætlanini skulu fyrstu av økjunum lutast út í heyst og hini koma so aftaná í 2025.

Nú havvindmyllur er nakað heilt nýtt krevur hetta eisini samtykki frá nógvum ymsum stovnum og myndugleikum, og tí hevur norska stjórnin eisini gjørt sær stóran ómak at taka við ymsu vinnurnar og myndugleikarnar í sambandi við at peika út framtíðar øki til havvindorku. 

[object Object]

[object Object]
Málið hjá norsku stjórnini er at byggja út 30 gigawatt frá havvindorkuni innan 2040. Ráðharrin sigur, at tað hevur alstóran týdning at taka allar partar og harvið eisini náttúrufeløg við uppá ráð, tá øki verða sett av til havvindmylnulundir. 

Hóast havvindorka verður høgt raðfest í grøna orkuskiftinum, so eru enn mong, sum halda, at framleiðsla av streymi frá havvindmyllum er alt ov kostnaðarmikil, og tí verður sett stórt spurnartekin við, um tað er rætt at raðfesta hesa orku so nógv.

Tað eru tey, sum halda, at tað er betri og bíligari at byggja út vindorkuna á landi, men her hevur mótstøðan eisini verið stór millum fólk. 

Stjórnin hjá Jonas Gahr Støre er tó av tí sannføring, at tað er rætt at raðfesta havvindorku skal Norra megna at liva upp til CO2 málini.

Hinvegin er greitt, at henda útbygging krevur nógv størri íløgur og fer eisini at taka longri tíð at útbyggja. Sum eitt alternativ til havvindmyllur sær stjórnin eisini tað sum avgerandi at kunna flyta streym av landi til eitt nú mongu framleiðandi olju-. og gasspallarnar til havs. Hetta verður tó av mongum mett sum ein sera dýra loysn. 
Mótstøðufólkini siga annars, at stjórnin má taka atlit til fiskvinnu, fuglalivi oø., tá hon fer undir at geva loyvi til havvindorku. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder