Uppskotið gevur loyvi til at fara undir leiting og møguliga framleiðslu av mineralum í pørtum av norska landgrunninum. Hetta skrivar norski landgrunnsstovnurin “Sokkeldirektoratet” á síni heimasíðu.
Ætlanin er ikki minst at fáa til vega meira vitan um hetta tilfeingið á havbotninum eins og umhvørvið, har hesi finnast. Longu nú finst nógv vitan um hesi, og nú er upp til feløgini, ið søkja um loyvi, at fáa enn meiri vitan, sum aftur kann skapa grundarlag fyri veruligari námsvinnu.
Landgrunnsstovnurin hevur kortlagt tey økini, sum nú verða boðin út, síðani 2017. Stovnurin hevur annars drúgvar royndir við at kortleggja tilfeingi á landgrunninum, heilt aftur frá 1970-unum, tá olju- og gassvinnan tók seg upp.
Stovnurin sigur seg hava funnið stórar nøgdir av sulfidum og manganskorpum heilt úti á djúpum vatni har norðuri í Atlantshavinum, har dýpið er upp til 4000 metrar.
Ein orsøkin til at Norra sum fyrsta landið í heiminum nú hevur givið loyvi til at leita eftir og framleiða hetta tilfeingið er tørvurin á fleiri ymsum serstøkum mineralum, sum verða brúkt í grøna orkuskiftinum bæði til elbilar, vindmyllur og aðrar framleiðslur, sum hava týdnng fyri grøna orkuskiftið.
Eftirspurningurin eftir hesum mineralum er støðugt vaksandi, nú tey hava so stóran týdning fyri orkuskiftið og heldur enn at vera bundin av framleiðslu í Kina, sum støðan er í dag, so ynskir norska stjórnin og nú eisini Stórtingið, at Norra fer undir at útvinna hesi mineralini.
Á stórari orkuráðstevnu í Oslo hósdagin, har meira enn 500 fólk vórðu savnað frá vinnulívsfólki til politikarar og ráðharrar bæði í Norra og ES, varð niðurstøðan eisini heilt greið. Mineralini á havbotninum eru ein treyt fyri at kunna menna grøna orkuskiftið í okkara parti av heiminum. Men at hetta skal gerast á rættan og ein umhvørvisvinarligan hátt.
Eisini í Føroyum verða møguleikarnir fyri at finna mineral á havbotninum kannað av jarðfrøðingum á Jarðfeingi. Heri Ziska og Uni Árting fara í dag at hava fyrilestrar í sambandi við aðalfund hjá FNU. Eisini verður fyrilestur um Golfstreymin í Atlantshavi.
Aðalfundur í FNU leygardagin 9. mars í Havstovuni, Nóatún 1, Tórshavn, eftir hesi skrá:
kl.16.00 fyrilestur: Er golfstreymurin í ferð við at vikna?
kl.16.30 fyrilestur: Havbotnsmineral á føroyska landgrunninum?
kl.17.30 Aðalfundur hjá FNU
Herfyri segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í vinnumálum við Útvarpið, at Føroyar eiga eisini at kanna møguleikarnar fyri eini námsvinnu á havbotninum.
Manganskorpa funnin á føroyska landgrunninum. Ogn Jarðfeingi.
Sí leinkju til greinar á orkan.fo:
https://orkan.fo/foroyski-havbotnurin-goymir-virdismikil-mineral
Sí eisini hesa leinkju hjá norska Sokkeldirektoratet:
https://www.sodir.no/aktuelt/nyheter/generelle-nyheter/2024/havbunnsmineraler-pa-kartet/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald