Innanlands

Føroyski havbotnurin goymir virðismikil mineral

Jarðfrøðingar hava einamest havt eyguni eftir undirgrundini, og hvat tilfeingi, eitt nú kolvetni, er at finna í henni. Men sjálvur havbotnurin er eisini áhugaverdur, tá ið hugsað verður um tilfeingi av ymiskum slag. Á tí føroyska landgrunninum hava tey á Jarðfeingi í fleiri førum fingið fatur á grótroyndum, ið vísa, at ymisk málmmineral eru at finna.

2023-04-12 11:25 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi. Hann vísir á, at Jarðfeingi hevur í eina tíð hugt nærri uppá hesi havbotnsmineral og hevur eisini í hyggju fleiri verkætlanir komandi árini, ið skulu umfata fleiri kanningar og nærri kortlegging av havbotninum við atliti til havbotnsmineral.

[object Object]

Mynd 1. Málmríkur havbotnur, sokallað manganskorpa av føroyska landgrunninum. Hesin steinur vigar áleið 40kg, og inniheldur umleið 2,5kg av mangan (Mn).

[object Object]

Mynd 2. Tvørskurður av manganskorpu av føroyska landgrunninum. Myrku løgini eru málmrík og verða úrskild á havbotninum.


Í dag kl. 14 fer Martin Heinesen serfrøðingur í landgrunsmálum at greiða  frá arbeiðnum hjá sær í landgrunsnevndini hjá ST seinastu 11 árini. Tiltakið verður í Kongshøll í Havn. Landgrunsnevndin viðger og ger tilmæli um ytru landgrunsmørk hjá heimsins strandalondum, Føroyar eru eitt teirra.

[object Object]

Martin Heinesen, jarðfrøðingur og serfrøðingur í landgrunsmálum, her saman við Bjørn Kunoy, sum hevur arbeitt við landgrunsmálum í mong ár. 


Øll hesi mørk eru langt frá ásett enn. Eitt nú gera Føroyar krav upp á 600.000 ferkilometrar av havøki á Føroyar-Rockall háslættanum afturat teimum 300.000 ferkilometrunum av havøki, sum hoyra til Føroyar í dag.

Landgrunsmørk hava havt stóran týdning fyri eitt olju- og gassvirksemi í mongum londum. Men undirgrundin og havbotnurin goyma eisini týðandi mineral, sum fleiri lond eitt nú Norra varpa ljós á.

Kanningar verða gjørdar í okkara næsta grannalag, har norskir myndugleikar nú miðvíst eru við til at rudda slóð fyri eini heilt nýggjari vinnu. Hesi havbotnsmineral finnast kring allan heim, meira summa staðni og minni aðrastaðni. Kanningar higartil vísa, at norskur havbotnur í djúphavinum goymir sera stórar nøgdir av hesum mineralum oftani nevnd manganskorpa.

Spurningurin um føroyska landgrunnin og havbotnin kann avgjørt eisini tengjast uppí málið um manganvinnu. Hóast føroyskir embætismenn og serfrøðingur longu hava vunnið Føroyum rættin til undirgrund og havbotn norðan fyri Føroyar eins og millum Føroyar og Bretland, so restar enn í at gera av, hvør eigur rættin til stóru økini sunnan fyri Føroyar. Hetta er m.a. tað, sum landgrunsnevndin hjá ST arbeiðir við og harvið iesini Martin Heinesen saman við føroykum myndugleikum annars.

[object Object]

Orkan. fo hevur spurt Una Árting á Jarðfeingi, ið m.a. arbeiðir við havbotnsmineralum, hvussu er stætt við føroyskum havbotni og undirgrund, tá talan er um at leita eftir og finna mineral av ymsum slag.

Uni Árting:

-Tað er eyðsæð, at djúphavið, havbotnurin og undirgrundin enn goyma nógvar óloystar vísindaligar gátur, eins og ótroyttar møguleikar.

Jarðfrøðingar hava einamest havt eyguni eftir undirgrundini, og hvat tilfeingi, eitt nú kolvetni, er at finna í henni. Men sjálvur havbotnurin er eisini áhugaverdur, tá ið hugsað verður um tilfeingi av ymiskum slag. Á tí føroyska landgrunninum, hava vit á Jarðfeingi, í fleiri førum fingið fatur á grótroyndum, ið vísa á, at ymisk málmmineral eru at finna, sokallaði havbotnsmineral.

Havbotnurin á føroyska landgrunninum er vorðin kannaður í fleiri førum, eitt nú í 1975 við J. C. Svabo, seinni í 1987 við Magnusi Heinason, og uppaftur seinni við boriskipi í 2004. Hesar kanningarferðir hava verið partur av at lýsa havbotnin, og samstundis havt tað endamál at savna dátur, sum nú eru partur av krøvunum hjá Føroyum at vinna rættin til landgrunnin uttanfyri 200 fjóðringar.

Felags fyri hesar kanningarferðir er, at einstakar grótroyndir hava víst á, at havbotnsmineral eru at finna í ávísum økjum á havbotninum. Her hevur verið talan um sokallaðar dredge-royndir og boriroyndir av havbotninum.

Havbotnsmineral er felagsheiti fyri tey sulfidmineral, manganskorpur og mangan-klumpar, ið verða til í djúphavinum, og finnast á havbotninum. Hesi innihalda tey mineral og metal, sum eru týdningarmikil í allari tøkni vit brúka í dag, eitt nú battarí til el-bilar, partar av vindmyllum, teldum og fartelefonum vísir Uni Árting á.

Sokallaðu manganskorpurnar (Sí mynd 1 og 2), eru málmrík løg ella skorpur á fasta hellubotninum. Hesar verða til við, at grundevnini spakuliga úrskiljast úr havinum á fasta hellubotnin. Hetta tekur langa tíð, okkurt um 1cm fyri hvørja millión ár. Manganskorpurnar innihalda mest mangan (Mn) og jarn (Fe), men eisini metal sum kobolt (Co), nikkul (Ni), litium (Li), scandium (Sc) og onnur sjáldsom metal.

Jarðfeingi hevur í eina tíð hugt nærri uppá hesi havbotnsmineral og hevur eisini í hyggju fleiri verkætlanir komandi árini, ið skulu umfata fleiri kanningar og nærri kortlegging av havbotninum við atliti til havbotnsmineral. Á myndunum niðanfyri síggjast dømi frá málmríkum dredge-royndum av Føroyska landgrunninum.


[object Object]

Føroyar hava gjørt krav uppá stóru økini sunnan fyri Føroyar, hvørs havbotnur kann goyma týðandi mineral.

Leinkjur:

https://www.npd.no/fakta/havbunnsmineraler/

chrome-extension://efaidnbmnnnibpcajpcglclefindmkaj/https://www.npd.no/globalassets/1-npd/fakta/havbunnsmineraler/publikasjoner/2023/ressursvurdering-havbunnsmineraler-20230127.pdf


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder