Uttanlands

Norra ikki nokk av gassi at lata ES

Herfyri heitti ES leiðarin á Norra um at lata ES meira gass, nú felagsskapinum tørvar gass, og nú hann ynskir at gera seg minni heftan at russiskum gassi.

Norski orku- og oljuráðharrin skal á fund í Brussel í næstum at umrøða støðuna á orkuøkinum.

Norski orku- og oljuráðharrin skal á fund í Brussel í næstum at umrøða støðuna á orkuøkinum.

2022-02-10 18:17 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftirspurningurin eftir gassi á heimsmarknaðinum er nú vorðin so mikið stórur, at tað ljóðar, at Norra hevur latið ES vita, at tað er avmarkað, hvussu nógv gass Norra megnar at lata ES londunum. Málið fer at verða viðgjørt á fundi í Brussel  millum orkuráðharrarnar Marte Kjøs Petersen og Kadri Simson 22. februar. Á fundinum er ætlanin at viðgera orkumál sum heild og harvið eisini støðuna á orkumarknaðinum í løtuni.

Eins og Norra stríðist eisini alt Evropa við skíhøgum streymprísum. Ein orsøkin er m.a. minkandi gassgoymslur í heiminum.

ES ber ótta fyri, at Russland, sum er størsti útflytarin av gassi til Evropa við nærum 50%, fer at skerja sínar veitingar fyri at økja um trýstið móti Vesturheiminum, sum hevur hótt Russland við sanktiónum, um landið ger innrás í Ukraina. Av somu orsøk hevur ES nevndin m.a. vent sær til Norra, sum er næststørsti framleiðarin av gassi til Evropa eftir Russland.

Forsetin í ES nevndini, Ursula van der Leyen segði fyrr í vikuni við týskar miðlar, at roynt verður at keypa meira gass úr m.a. Norra. Longu í januar mánað komu boð úr norska orkumálaráðharrnum, at Norra hevur ikki meira at geva av, nú framleiðslan longu koyrir við fullari ferð. Norra flytur alt tað gassið, sum til ber gjøgnum verandi rørleiðingsskipanir varð sagt.

Tað kemur eisini illa við, at stóri norski gassframleiðarin, Snøhvit leiðin, er fyribils stongd vegna eldskaða. Hon letur uppaftur 17. mai. Annars roynir størsti norski framleiðarin av gassi, Equinor at gera alt tað er ment at økja um gassframleiðsluna. Ein vegur á hesi leið er at parkera oljuframleiðslu og heldur brúka kreftirnar til at framleiða gass.  

Kelda e24

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder