Nú gass er vorðið ein mangulvøra í Evropa fer tað at koma væl við, tá framleiðslan av gassi frá Snøvit leiðini í Barentshavinum letur upp aftur seinni í hesi vikuni. Virkið á Melkøya nærhendis Hammerfest í Norðurnorra hevur verið stongt í meira enn eitt ár vegna eldibrand.
Tíðindini koma sera væl við í øllum Evropa, sum hevur stóran tørv á m.a. gassi eftir avleiðingarnar av russisku innrásini í Ukraina. Tá framleiðslan av LNG gassi fer í gongd aftur, fer hon at standa fyri 5% av samlaða norska útflutninginum av gassi.
Stórt umvælkingararbeiði hevur verið í gongd leingi fyri m.a. at skifta út 180 kilometrar av elleiðingum. Tá verksmiðjan varð bygd varð stórt tal av arbeiðsfólki frá PAM Offshore í Havn partur av arbeiðsmegini. Feløgini, sum standa aftanfyri framleiðsluni á Melkøya eru Equinor, Petoro, TotalEnergies, Neptune Energy og Winthershall Dea.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald