Uttanlands

Norska Equinor: Fyrsta veitingarskip í heiminum við ammoniakk

Fyritøkan hevur gjørt avtalu við Eidesvik Offshore um at umbyggja veitingarskipið “Viking Energy” til at sigla við ammoniakki heldur enn diesel. Hetta verður fyrsta av sínum slag í heiminum.

2024-08-27 14:26 Author image
Jan Müller
placeholder

Skipið verður liðugt umbygt í 2026 og fer at hava 70% minni útlát tá. Skipið veitir tænastur til pallar hjá Equinor á norska landgrunninum skrivar Equinor á síni heimasíðu.  Viking Energy verður sostætt tað fyrsta veitingarskipið í heiminum, sum fer at sigla við ammoniakk sum brennievni. Motorurin kemur frá finsku verksmiðjuni Wartsila.

[object Object]

-Vit ætla at minka útlátið frá skipunum vit brúka á norska landgrunninum við eini helvt innan 2030.  Vit halda, at ammoniakk kann gerast eitt av framtíðar brennievninum til skipaflotan, sigur Ørjan Kvelvane frá Equinor. Equinor hevur fingið tillutað 5 mió. euro í stuðuli til umbyggina frá ES grunninum “Horizon Europe”.

Hjá Equinor ásanna tey, at veitingar skipaflotin er við at gerast gamal og tørvur er á endurnýggjan. Tað krevur so aftur menning av tøknini og krevur tað íløgur og samstarv við myndugleikarnar. Norska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at seta hægri krøv til nýggj veitingarskip til tess at minka um útlátið.

[object Object]

Equinor hevur í dag sáttmála fyri 25-35 veitingarskip á norska landgrunninum, og fevna uppgávurnar um umleið 45 offshoreskip innan veiting, akkershandfaring og trygd. Reiðaríini, sum arbeiða fyri Equinor, eru fyri stóran part norsk ella 85%. Hesi hava 1300 norsk sjómenn til arbeiðis. Føroyska frálandsreiðaríið Skansi Offshore hevur í mong ár havt sáttmálar við Equinor.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder