Uttanlands

Norska stjórnin skundar undir oljuleiting

Hóast mótstøðu setir norska stjórnin kortini ferð á oljuleitingina

2023-05-11 10:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Norra ætlar framhaldandi at vera ein týðandi veitari av olju og gassi til evropeiska marknaðin. Hetta kemur m.a. til sjóndar, nú norska stjórnin hevur lagt uppskot fram um at víðka um olju- og gassleitingina á norska landgrunninum.

Hetta hevur fingið stuðulsflokkin hjá minnilutastjórnini, SV at mótmæla. Flokkurin ynskir ikki at økja um oljuvirksemið. Stjórnarflokkarnir saman við stórum parti av andstøðuni eru tó fyri at økja um leiting og framleiðslu, nú Evropa hevur stóran tørv á orku í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. 

Nú um dagarnar gjørdi leiðslan í Equinor, sum stendur fyri stórum parti av orkuframleiðsluni, greitt, at felagið ætlar sær ikki at geva seg fyri trýsti frá umhvørvisfelagskapum og politikarum at minka um sítt virksemi innan olju og gass og heldur brúka meira orku til grøna orkuskiftið.

Equinor er annars eitt tað felagið í Evropa, sum gongur á odda at gera íløgur í grøna orku, men hetta halda umboð fyri tey grønu ikki vera nóg mikið. Tey siga, at tað er ábyrgdarleyst av stjórnini at ganga ímóti ráðunum frá eitt nú ST um at taka hædd fyri verðurlagsbroytingum. Umboð fyri vinstraflokkin “tey Reyðu” siga, at tað er burturvið ikki at lurta eftir ávaringum frá ST og umhvørvisfelagsskapum um veðurlagsbroytingar. 

Norski orkuráðharrin, Terje Aasland heldur tvørturímóti, at avgerðin hjá stjórnini at víðka um leitingina, er av alstórum týdningi fyri veitingartrygdina í Evropa. Hann leggur dent á, leitingin eisini fer at fevna um øki í Barentshavinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder