Uttanlands

Norskar olju- og gassútbyggingar fyri 200 mia. 

Norski orkurisin Aker BP hevur latið inn til góðkenning 10 útbyggingar av olju- og gasskeldum. Hesar fara at økja munandi um framtíðar virksemið á norska landgrunninum eins og stuðla undir veitingartygdina í Evropa.

Nýggju útbyggingarnar fara at geva nógv arbeiði í norsku veitingarvinnuni í fleiri pørtum av landinum.

Nýggju útbyggingarnar fara at geva nógv arbeiði í norsku veitingarvinnuni í fleiri pørtum av landinum.

2022-12-19 18:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað vóru kærkomin tíðindi í norsku veitaravinnuni, tá leiðslan í einum tí størsta orkufelagnum í Norra, Aker BP, í vikuni kunngjørdi eina sera umfevnandi útbyggingarætlan komandi árini til eitt virði uppá nærum 200 mia. kr.

[object Object]

Olju- og orkumálaráðharrin Terji Aasland saman við stjóranum í Aker BP


Væntandi fara útbyggingarnar at geva arbeiði til 150.000 fólk her fyrst og fremst á skipasmiðjum og í veitarafyritøkum framvið norsku strondini.

Umleið 60% av íøgunum fara til norskar veitarar av ymsum slag. Aftrat hesum fara arbeiðini at seta nógvar ringar í vatnið við avleiddum  virksemi til nógvar aðrar partar av Norra eisini.

Útbyggingarnar skulu gerast ymsa staðni á norska landgrunninum, serstakliga har tað frammanundan er eitt væl útbygt undirstøðukervi við bæði pallum  og undirsjóvarútbúnaði til framleiðslu av bæði olju og gassi. 

So mikið stórar eru samlaðu ídnaðaríløgurnar, at tær verða mettar at verða tær størstu í privat virksemi í Evropa. Aker BP, sum nøkur ár herfyri varð lagt saman, verður fyristøðufelag fyri øllum útbyggingunum og luturin hjá felagnum í hesum ognunum er 70% upplýsir felagið í tíðindaskrivi. 

[object Object]

Stjórin í norska Oljudirektoratinum, Torgeir Stordal sigur, at umrøddu íløgurnar í olju og gass í Norra fara at hava stóran týdning fyri Evropa uppá longri sikt, tí tær fara at vera við til at nøkta tann stóra orkutørvin, ikki minst nú Evropa ger seg minni bundið at orku úr Russlandi.

Norsku útbyggingarnar eru  helvt um helvt olja og gass. Væntandi fara útbyggingarnar at hava við sær, at norski staturin fer at fáa 160 mia. kr. í skattainntøkum komandi árini.

Í fleiri førum er talan um at nútímansgera og útbyggja verandi felt á landgrunninum. Eisini verður miðjað móti at byggja út nýggj undirstøðukervi í nýggjum økjum. 

Seinastu 10 útbyggingarætlaninar koma aftrat teimum 4, sum longu eru latnar myndugleikunum í ár. Og roknað verður við uppaftur fleiri móti ársenda.

-Vit hava økt um útflutningin av gassi við 8% í ár. Hetta vísir, hvussu stóran týdning gass hevur og hvussu týðandi norsk olja og gass eru fyri Evropa sigur Terji Aasland, olju- og orkuráðharri, sum kallar seinastu hendingarnar ein dreymadag.

Hann brúkar norsku vendingina "at utvikle heldur enn at avvikle" olju- og gassídnaðin um støðuna í norsku orkuvinnuni. Eisini norska Lo tekur væl ímóti tíðindunum og vísir til týdningin tað hevur, at Norra hjálpir til at verja veitingartrygdina í Evropa. 

[object Object]

Men ikki øll eru so fegin um støðuna. Eitt nú sigur leiðarin fyri Naturvernforbundet, Truls Gulowsen, at hetta er ein ringur dagur fyri norskan búskap og ein vanlukka fyri grøna orkuskiftið og fyri útlátið í Norra. 

Felagið heldur, at gongdin fer at yvirupphita norska búskapin og útseta grøna orkuskiftið. Týðandi fakfólk verða nú noydd til at arbeiða við oljuverkætlanum í eini tíð, tá tað er neyðugt hjá teimum at umskúla seg til grønu orkumenningina.

Hann gevur m.a. nýggja lagaliga oljuskattapakkanum ábyrgdina fyri hesi gongd. Umhvørvisfeløg hava ávarað móti hesum pakkanum síðani 2020.

Heldur ikki felagsskapurin “Natur og ungdom” er fegin um støðuna. -Okkum tørvar kompetansu, íløgur og arbeiðsmegi í grønu vinnuni, og tá hjálpir tað ikki at hava sum mál grønar verkætlanir, tá man heldur fram við at undirgrava neyðugu umleggingina til grønt sigur Gina Gylver, leiðari sambært E24. 

Umboð fyri Aker BP eru ikki samd við tey, sum finnast at gongdini. Har verður víst á, at nýggja virksemið fer eisini at hava við sær, at íløgur fara at verða gjørdar í varandi orku, nú oljufeløgini longu hava neyðugu tøknina og vitanina til at koma víðari við grøna orkuskiftinum.

Men neyvan varð komið hertil, um ikki politikararnir í Stórtinginum høvdu broytt skattaskipanina og gjørt tað meira lønandi at gera íløgur í nýtt virksemi eru flest øll samd um. 


Keldur: E24, Aker BP, Offshore Energy

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder