2023-02-07 17:30
Eftir eitt vánaligt ár í fjør við minkandi avkasti uppá góðar 1600 mia. kr., hevur norski Oljugrunnurin henda fyrsta mánaðin í ár havt vind í seglunum. Virðið av grunninum er í januar vaksið við 1500 mia. kr. til nærum 14.000 mia. kr. Virðið á grunninum við ársskiftið var knappar 12,5 mia. kr. Fyrstu ferð nakrantíð rakk virðið 13.000 mia. kr. í januar mánað.
Síðani endurskoðanina av grunninum í 1998 er virðið fyri tað mest bara vaksið, tó at einstøk ár hevur avkastið verið negativt, skriva norskir miðlar. Í fjør vóru tað íløgur í stórfyritøkurnar Amazon, Facebook (Meta), Tesla, Apple og Microsoft, sum góvu eitt vánaligt úrslit við negativum avkasti.
Tað vóru so fyrst og fremst partabrøv í orkufeløg, sum togaði úrslitið tann rætta vegin í fjør. Hesi vóru m.a. Exxon Mobil, Chevron, TotalEnergies og Shell. 3% av avkastinum hvørt ár fara á norsku fíggjarlógina, í fjør 400 mia. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald