Nógv av partabrøvunum hjá Oljugrunninum eru í í feløgum sum Apple, Microsoft, Alphabet, Amazon og Facenbook. Virðið á Oljugrunninum minkaði við 499 mia. kr. í triðja ársfjórðingi. Samlaða virðið á grunninum var 14.801 mia. kr. Grunnurin hevur 70,6 % í partabrøvum, 2,2 % í rentubrøvum, 2,2 í ognum og 0,1 % í undirstøðukervi fyri varandi orku so sum havvind, vind á landi og sólorku.
Eisini lækkandi krónuvirðið ávirkar virðið av grunninum eins og poltikkurin hjá stjórnini.
Norska stjórnin fær stórar inntøkur frá olju og gassi í løtuni. Tað, sum ikki verður brúkt á fíggjarlógini, verður flutt til grunnin. Stjórin setti 139 mia. kr. í grunnin í triðja ársfjórðingi.
Virðið á Oljugrunninum var við ársbyrjan 12.400 mia. kr. men hækkaði skjótt til 14.000 mia. kr. ì mai varð virðið 15.000 mia og hevur síðani verið áleið hesa upphæddina.
Gongdin í Oljugrunninum er sera týdningarmikið fyri norska statin. Semja er um at brúka í mesta lagi 3% av virðinum av grunninum um árið.
Komandi ár fer norski staturin at brúka 410 mia. kr. úr Oljugrunninum. Tað er umleið 2,7% av væntaða virðinum á nýggjárinum. Leiðslan í grunninum hevur annars ávarað um, at virðið av grunninum kann minka við 40%.
Annars hevði grunnurin eitt avkast uppá 10% teir fyrstu seks mánaðirnar ella umleið 1.501 mia. kr. skrivar E24 sambært kunning frá Oljugrunninum.
Keldur: NRK, E24 og norski Oljugrunnurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald