2025-08-11 20:56

Eftir drúgva umrøða í norsku politisku skipanini og miðlunum hevur leiðslan í norska oljugrunninum gjørt av at taka seg úr 11 fyritøkum í Ísrael, sum hava tilknýti til ístraelsku álopini í Gaza. Talan er um ein part av teimum 66 fyritøkunum í Ísreal, sum Oljugrunnirn hevur sett pengar í. Fyribils hevur grunnurin avmarkað hetta til 11 av teimum 66 fyritøkunum, sum Oljugrunnurin hevur keypt partabrøv í, og her er talan um fyritøkur, sum m.a. framleiða vápn, sum verða brúkt í krígnum í Gaza.
Leiðslan í grunninum sigur, at heldur gongdin fram fer grunnurin at umhugsa eisini at taka seg úr øðrum fyritøkum, har Oljugrunnurin hevur pengar. Grunnurin grundvegur sína avgerð á, at talan er um eina álvarsliga menniskjansliga kreppu, har íløgurnar í vápn eru við til at drepa ósek. Hetta váttar stjórin í grunninum, Nicolai Tangen, sum leingi hevur verið fyri hørðum atfinningum fyri ikki longu at hava tikið sínar íløgur úr ísraelskum fyritøkum, sum luttaka í krígnum í Gaza.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/08/11/gallery-thumbnail/1754938920dgpntu5qkc.webp)
Í kjalarvørrinum á avgerðini at taka seg úr 11 av fyritøkunum í Ísrael, sum eru partur av krígnum í Gaza, verður nú tosað um møguleikan at taka seg úr fleiri fyritøkum aftrat. Tann avgerðin er enn ikki tikin, men møguleikin er avgjørt til steðar.
Norski fíggjarmálaráðharrin, Jens Stoltenberg sigur, at stjórnin hevur enn ikki tikið avgerð um, hvussu verður við øðrum fyritøkum í Ísrael, har Oljugrunnurin hevur sett pengar í, men vísir á, at hetta fer so ikki at fevna um allar fyritøkur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald