Uttanlands

Norski orkuráðharrin: Tørvur á nýggjari oljuleiting

-Okkum tørvar leiting og nýggj fund fyri at varðveita framleiðsluna av olju og gassi uppá sikt, nakað, sum hevur stóran týdning fyri Norra og Evropa.

Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland heldur tað hevur stóran týdning bæði fyri Norra og Evropa, at hildið verður fram við at leita eftir olju og gassi eins og útbyggja framleiðsluvirksemi.

Norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland heldur tað hevur stóran týdning bæði fyri Norra og Evropa, at hildið verður fram við at leita eftir olju og gassi eins og útbyggja framleiðsluvirksemi.

2022-09-16 06:55 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta sigur norski olju- og orkuráðharrin Terje Aasland úr Arbeiðaraflokkinum í einum tíðindaskrivi, nú ikki færri enn 26 olju- og gassfeløg hava søkt um loyvi at leita á norska landgrunninum. Talan er um eina av tveimum leitiútbjóðingum og sum fyri tað mesta snýr seg um leiting í longu kendum leitiøkjum, og har tað longu er framleiðsla.

Miðjað verður móti at lata nýggju leitiloyvini í byrjanini av 2023 sigur Oljumálaráðið í kunningini um leitiútbjóðingina, sum lat aftur nú um dagarnar. 

Millum feløgini, sum hava søkt, eru Shell, Equinor, Aker BP og Vår Energi. Hesi eru øll longu fyristøðufeløg á landgrunninum. Umsóknirnar eru eitt prógv um stóra áhugan millum verandi stóru feløgini fyri at halda fram við leitivirkseminum. 

Millum feløgini, sum hava søkt, er eisini Longboat Energy, hvørs leiðsla stóð fyri Faroe Petroleum í síni tíð. 

  • A/S Norske Shell
  • Aker BP ASA
  • Chrysaor Norge AS
  • Concedo AS
  • ConocoPhillips Skandinavia AS
  • DNO Norge AS
  • Equinor Energy AS
  • INPEX Idemitsu Norge AS
  • KUFPEC Norway AS
  • Lime Petroleum AS
  • Longboat Energy Norge AS
  • LOTOS Exploration and Production Norge AS
  • M Vest Energy AS
  • Neptune Energy Norge AS
  • OKEA ASA
  • OMV (Norge) AS
  • Pandion Energy AS
  • Pandion Energy Norge AS
  • Petrolia NOCO AS
  • Source Energy AS
  • PGNiG Upstream Norway AS
  • Sval Energi AS
  • TotalEnergies EP Norge AS
  • Vår Energi ASA
  • Wellesley Petroleum AS
  • Wintershall Dea Norge AS

Kelda: Olje- og energidepartementet


Um somu tíð sum kunngjørt verður fyri stóra áhuga á leita eftir olju og gassi í Norra, boða tvey av stóru oljufeløgunum, Equinor og ConocoPhillips frá, at tey hava borað turrar brunnar á landgrunninum. 





Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder