Uttanlands

Norskir oljupengar til at stuðla Ukraina

Í dag verður fíggjarætlan løgd fram í norska Stórtinginum og eru pengar úr Oljugrunninum av alstórum týdningi eitt nú til at stuðla Ukraina.

2024-05-14 12:42 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska stjórnin leggur upp til at økja peninganýtsluna úr Oljugrunninum til 418,7 mia. kr. Hetta eru  2,7% av virðinum í grunninum. Treytirnar fyri at brúka pengar úr grunninum til at fíggja norska vælferðarsamfelagið eru, at tað í mesta lagi kunnu brúkast upp til 3% av grunsins virði.

Norski fíggjarmálaráðharrin Vedum sigur avgerðin at hækka nýtsluna úr grunninum er røtt. Ein orsøk til økingina er stuðulin til Ukraina uppá 50 mia. kr. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder