2023-02-03 14:01
Hetta upplýsti norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre í norska Stórtinginum í vikuni. Talan er um stuðul í eitt longri tíðaskeið.
“Hetta halda vit er rætt í tí skerpaðu trygdarstøðu vit eru í. Tað hevur avgjørt okkara áhuga, at Ukraina ikki tapir kríggið. Vit eru í eini støðu við stórum inntøkum frá olju- og gassvinnuni, og tí hava vit møguleikin fyri at lata henda stuðul”, segði Støre tá hann greiddi frá støðuni í Ukraina í norska Stórtinginum.
Enn er ikki greitt, hvørjar upphæddir Støre hugsar um. Men tað stendur greitt, at hesin stuðulin úr norska Oljugrunninum fer at verða yvir longri tíð og skal fevna um bæði herðnaðarligan og sivilan stuðul, segði Støre.
Í 2022 gav Norra 10 mia. kr. til Ukraina og kom hesin peningur úr Oljugrunninum. Nú skal henda upphæddin vaksa segði Støre men undirstrikaði, at hetta merkir ikki, at fleiri oljupengar skulu fara út í norska búskapin ella hava við sær hægri rentu og inflatión í Norra.
Meginreglan um brúk av pengum úr Oljugrunninum er, at hetta skal vera avmarkað til eitt ávíst prosenttal av sjálvum avkastinum hjá grunninum hvørt ár, sum fer á norsku fíggjarlógina.
Seinastu árini hevur verið roynt at avmarka hesa upphædd enn meira fyri at kunnu temja høga prísvøkstrinum. Í oktober í fjør upplýsti fíggjarmálaráðharrin Trygve Vedum, at nýtslan av oljupengum í 2023 fór at minka við 18,3 mia. kr.
Ein spurningur, sum hevur verið nóv frammi í Norra seinasta árið, er, hví ikki fleiri oljupengar kunnu brúkast til at hjálpa fólki, húsarhaldum og fyritøkum, sum hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman vegna høgu prísirnar. Tað sjónarmiðið hevur so ikki fingið undirtøku frá stjórnarflokkunum.
Forsætisráðharrin heldur ikki, at pengar úr Oljugrunninum til Ukraina fara at ávirka búskaparligu gongdina í Norra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald