Uttanlands

Oljuprísurin nærkast 60 dollarum

Prísurin á eini tunnu av olju varð seinnapartin 60,3 dollarar

2025-10-17 18:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Oljuprísurin heldur fram við at lækka. Nú nærkast hann 60 dollara markinum. Seinast oljuprísurin var lægri enn  60 dollarar var 5. mai í ár, tá hann varð 58,8 dollarar.

Prísurin er lækkaður seinastu tíðina, eftir at Opec+ hava koyrt meira olju út á marknaðin. Í september var prísurin 70 dollarar. Fleiri orsøkir eru til lækkingina, eitt nú lægri geopolitiskur váði, nýggj ósemja í handlinum millum USA og Kina eins og negativar metingar frá IEA, altjóða orkustovninum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder