Umboð fyri Schiphol flogvøllin í Amsterdam hava verið á íblástrarferð hjá Sev, saman við umboðum fyri Schneider Electric.
Schiphol flogvøllurin hevur keypt somu skipan, sum Sev brúkar til fjarstýring av elnetinum í Føroyum, og kom í tí sambandi til Føroya at síggja skipanina í verki. Gestirnir vitjaðu ein heilan dag á Sev, og fingu góða vegleiðing frá fólki í kontrollrúminum.
Schiphol umboðini vóru áhugaði í at hoyra, hvørjar royndir Sev hevur havt við skipanini, hvussu Sev kom í gongd, og hvørjar ætlanir Sev hevur við skipanini. Sev hevur havt skipanina síðan 2018, og nógv nýggj modul eru síðani løgd afturat.
Ein slík skipan krevur sera nógvar dátur m.a. um smálutir í øllum elnetinum, og eisini dátur fyri hvørja eind (RTU), sum skipanin samskiftir við. Allar hesar kravdu dátur gjørdu, at tey hjá Schiphol sóu hesa uppgávu sum sera møtumikla at fara í gongd við. Tey vóru tí áhugaði í at hoyra, hvønn leist Sev hevði valt, tá ið man byrjaði við verkætlanini, og hvørjir snávingarsteinar hava verið.
Sambært Roswitha van der Laan, leiðara hjá Schiphol, eru tey sera fegin um vitjanina og møguleikan at tosa við serfrøðingarnar hjá Sev um, hvussu Sev við einum lítlum toymi megnaði at loysa slíka kompleksa verkætlan. Sev hevur hildið fast í, at Sev ynskti eina standard loysn, og scope bleiv greitt lýst og avmarkað til tað, sum var neyðugt at hava (Minimum Viable Product). Síðani eru nýggj modul løgd inn eftir sama leisti.
Sev
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald