Eykaaðalfundurin hjá Sev hevur í dag góðkent fíggjarætlanina fyri 2026 við eini príshækkan á 7 oyru fyri allar kundar.
Høvuðsorsøkin til príshækkingina er økta oljuavgjaldið, sum er lagt á tungoljuna, sum komandi ár verður 60 milliónir krónur, sum verða lagdar oman á vanliga oljukostnaðin hjá Sev.
Eisini hava seinkingarnar í vindorkuútbyggingunum í Klivaløkshaga og Porkeri við sær, at tað verður neyðugt at framleiða el við olju í staðin fyri við vindorkuni, sum var væntað inn á netið komandi ár. Framleiðsla úr olju er væl dýrari enn við vindorku, og tí økir hetta um kostnaðirnar hjá Sev.
Afturat hesum er prísurin fyri vindorkuna úr Flatnahaga øktur, og væntandi verður tað sama galdandi fyri vindorkuna av Gellingarkletti.
Fyri at kunna fíggja hesar øktu uttanifrákomandi útreiðslurnar er neyðugt at hækka elprísin hjá øllum kundum við 7 oyrum pr. kWt.
Fyri eitt vanligt húsarhald, sum hevur eina árliga nýtslu á 5.000 kWt, merkir hetta eina meirútreiðslu á 37 krónur um mánaðin.
Fyri húsarhald, sum hava elbil og hitapumpu, t.e. eina nýtslu á 10.000 kWt um árið, merkir broytingin eina meirútreiðslu á 73 krónur um mánaðin.
- Tað er altíð keðiligt at vera noyddur at leggja oman á prísin, og tað er ongantíð okkara fyrsti møguleiki at troyta. Í fjør avgjørdu vit ikki at hækka prísin, og heldur taka øktu útreiðslurnar yvir raksturin, men tað er ikki ein møguleiki at halda fram við tí, sigur Haraldur s. Hammer, nevndarformaður í Sev.
Avslátturin hjá ídnaðarkundum minkar við 4 oyrum
Fyri ídnaðarkundar, ið síðan 1992 hava fingið avsláttur, sum í løtuni er 8 oyru pr. kWt, er samlaða broytingin 11 oyru. Hetta tí at afturat príshækkingini á 7 oyru, fer avslátturin hjá hesum kundum niður í helvt.
Hesir kundar hava sambært avtalu millum Føroya Landsstýri og Sev fingið ein avsláttur síðan 1992. Eftir avtaluni var Sev frítikið fyri at rinda oljuavgjald, men skuldi í staðin lata upphæddina sum avsláttur til ídnaðarkundarnar. Nú landsstýrið hevur lagt nýtt oljuavgjald á Sev aftur, er avtalan at rokna sum farin úr gildi. Uppsøgnin hevur við sær, at galdandi avsláttur til ídnaðarkundarnar á 0,08 kr. pr. kWt ætlandi fellur burtur yvir tvey ár.
Tíðindaskriv frá Sev
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald