Uttanlands

Norskt pensiónsfelag vil steðga nýggjum olju- og gassvirksemi

Pensionsfondet KLP vil hava myndugleikarnar at  steðga nýggjum olju- og gassleiðum at fara undir framleiðslu og finst harðliga at norska oljupolitikkinum

2023-10-15 21:43 Author image
Jan Müller
placeholder
Hetta skrivar norski miðilin E24. Felagið sigur, at norska orkufelagið Equinor skal gevast við at byggja út nýggjar olju- og gassleiðir. Felagið er stórur partaeigari í Equinor.

-Vit mugu gevast at lata upp nýggjar oljuleiðir. At byggja út nýggjar leiðir, har tað er neyðugt at at byggja upp alt undirstøðukervið og gera íløgur yvir eitt 10-15 ára tíðarskeið, kunnu vit í KLP ikki traka undir við sigur Arild Skedsmo, greinari í KLP við Teknisk Ukeblad. Hann sigur, at felagið tosar við Equinor um, hvat felagið ætlar at gera við nýggjar olju- og gassleiðir í framtíðini. KLP er millum teir 10 størstu partaeigararnar í Equinor við einum ognarluti uppá umleið hálvt prosent. Hann finst eisini at norska petroleumspolitikkinum.

-Fyri okkum hevur tað týdning at kunna brúka okkara eigaraskap til at  seta hann í sambandi við altjóða veðurlagsmál, sum myndugleikarnir hava sett sær fyri at liva upp til.  Samtíðis sum vit uppliva, at somu myndugleikar hava ein petroleumspolitikk, sum ikki livir upp til málini, sigur Skedsmo. Hann heldur, at Equinor átti at goldið aftur til eigararnar ella gjørt íløgur í nakað, sum gevur betri avkast yvir tíð heldur enn at gera íløgur í nýggjar útbyggingar.  


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder