Uttanlands

Norskur orkurisi uppaftur størri

Á middegi í gjár tók Equinor seinna útbyggingarstigið  av Johan Sverdrup oljuleiðini í nýtslu

2022-12-16 09:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Við útbyggingini av risastóru olju- og gasskelduni Johan Sverdrup telist henda ein tann mest týðandi oljuleiðin á norska landgrunninum millum tær størstu í heiminum. Í Norra kemur triðja hvør tunna av olju frá hesi leiðini, sum í tíggjutals ár fer at varðveita eina høga og trygga framleiðslu úr Norra.

-Hetta er ikki ein stórur dagur fyri Norra men eisini fyri alt Evropa, segði norski stjórin fyri verkætlanini Geir Tungesvik, tá trýst varð á knøttin. Hann vísti á, at í tí støðu, sum Evropa er í hevur ein slík útbygging alstóran týdning fyri veitingartrygdina.

Johan Sverdrup leiðin fer at framleiða 720.000 tunnur av olju um dagin og ætlanin er at økja um framleiðsluna til 755.000 tunnur. Hetta merkir, at Johan Sverdrup kann nøkta millum 6-7% dagliga oljutørvinum í Evropa. Í goymslunum liggja 2,7 mia. tunnur av olju.

Umleið 90% av veitarunum til tær báðar útbyggingarnar hava verið norskar fyritøkur. Nú leiðin er liðugt útbygd svarar tað til ein framleiðslukostnað uppá 15 dollarar fyri tunnuna. Ì løtuni er oljuprísurin góðar 80 dollarar fyri tunnuna.

Tað er vert at býta merki í, at Johan Sverdrup verður rikin við streymi úr landi til tess at minka um útlátið.

Marianne Bjelland, sum er framleiðslustjóri á Johan Sverdrup, fegnast um søguliga dagin og serliga um, at henda nýggja oljuleiðin er vorðin elektrifiserað, nakað, sum er eitt av teimum mest týðandi tiltøkunum til tess at minka um útlátið og gera Norra útlátsfrítt í 2050.

Miðjað verður móti at útvinna 70% av oljuni í goymslunum. Meðaltalið fyri norska landgrunnin er 47% sambært Equinor.

Johan Sverdrup hevur framleitt í  trý ár. Tilsamans 3400 fólk eru knýtt at framleiðsluni á feltinum. 82% av inntøkunum frá framleiðsluni fara til norska statin.

Feløgini í Johan Sverdrup eru Equinor, Aker BP, Petoro og TotalEnergies.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder