Uttanlands

Nú fara bretar at byggja út kjarnorkuna 

Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, fer í dag at seta út í kortið ein nýggjan orkupolitikk, sum skal tryggja orkutrygdina í Bretlandi í framtíðini. 

2022-09-01 16:09 Author image
Jan Müller
placeholder

 



Jan Müller, London

Boris Johnson fer at seta av 700 mió. pund á fíggjarlógini til tað fyrsta av 8 nýggjum kjarnorkuverkum. Í løtuni verður eitt nýtt kjarnorkuverk bygt í Bretlandi.

Boris Johnson vil við hesum stigi eisini leggja lunnar undir orkupolitikkkin hjá komandi forsætisráðharranum, sum mangt bendir á verður Liz Truss. Hon dystast í løtuni móti tí konservativa Richi Sunak, og úrslitið av valinum verður greitt mánadagin. 

Liz Truss sigur við bretskar miðlar, at hon fer at raðfesta kjarnorku, varandi orku so sum vindorku  eins og nýggja olju- og gassleiting í Norðsjónum. Hon vil fara  so mikið langt, verður hon forsætisráðharri, at seta hol á aftur kjakið um “fracking”, sum higartil hevur verið bannað í Bretlandi eins og í flestu evropeisku londunum. Hetta er tann orkuframleiðslan, sum hevur verið raðfes høgt í USA, og sum hevur verið við til at nøkta tørvin á orku og steðga innflutninginum. 

Viðmerkjarar siga við BBC í morgun, at kjarnorkuætnaninar fara ikki at bøta um verandi orkustøðu í Bretlandi, tí tað fer at taka millum  10 og 15 ár at byggja eitt kjarnorkuverk.

Okkurt annað má gerast fyri at bøta um støðuna, sum methøgu orkuprísirnir hava sett húsarhald í. Roknað verður við, at húsarhald skulu til at rinda 3000 pund meira um árið í orkurokningum, um orkuprísirnir fara at vera so høgir.  Vandi er eisini  fyri, at 3 mió. bretar koma undir fátøkramarkið orsakað av eitt nú methøgu orkuprísunum. 

Ein spurningur, sum eisini er nógv frammi í kjakinum, er serstaki "windfall" skatturin, sum oljufeløg skulu gjalda. Hesin var samtyktur herfyri, men nú verður tosað um at seta í verk enn ein slíkan eykaskatt á olju- og gassfeløg. Tað ljóðar, at Liz Truss er ímóti at leggja størri skatt á oljufeløgini, men vil heldur hava tey at gera fleiri íløgur í olju- og gassvirksemi í Norðsjónum. Andstøðuflokkarnir Labor og teir liberalu raðfesta ein nýggjan eykaskatt á oljufeløg høgt í teirra orkupolitikki. 



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder