Innanlands

Nú kanst tú rokna títt CO2 útlát

Burðardygt Vinnulív handaði í dag Umhvørvisstovuni CO2-roknarin. Hann skal gera tað lættari hjá vinnuni í Føroyum at rokna sítt CO2 útlát

Jan Ziskasen, formaður í Burðardygt Vinnulív og Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni (Mynd: Kristian Vágsheyg Kruse)

Jan Ziskasen, formaður í Burðardygt Vinnulív og Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni (Mynd: Kristian Vágsheyg Kruse)

2023-02-14 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Burðardygt Vinnulív handaði í dag Umhvørvisstovuni CO2-roknaran, sum er mentur fyri at gera tað lættari hjá vinnuni at rokna sítt CO2 útlát.

Tað var Jan Ziskasen, stjóri á Føroya Tele, og nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív, sum handaði rokniamboðið, sum felagsskapurin í samstarvi við Umhvørvisstovuna hevur ment.

Eftir hetta greiddi Maria Gunnleivsdóttir Hansen frá Umhvørvisstovuni, frá hvussu amboðið kann brúkast.

Eini 150 luttakarar vóru til tiltakið, sum var í Klingruni á Føroya Tele seinnapartin.

Umhvørvisstovan hevur sostatt yvirtikið ognarskapin av CO2-roknaranum, sum verður dagførdur árliga og verður tøkur á heimasíðuni us.fo til nýtslu hjá øllum áhugaðum.

Tænastan er tøk at taka niður á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder