Innanlands

Nú melur aftur í Botni

Arbeiðið at umvæla Føroya elsta elverk, vatnorkuverkið í Botni, sum byrjaði í fjør, er nú komið so væl áleiðis, at royndarkoyring kundi byrja síðst í november.

2025-12-10 21:08 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir innleiðandi fyrireikingararbeiði, byrjaðu teknikarar frá Voith at lata vatn renna gjøgnum  nýggju turbinurnar, tó uttan nakra last. Fyrst í síðstu viku blivu generatorarnir testaðir upp í móti háspenningsútgerðini hjá Sev.

Eftir smávegis tillagingar var klárt at lata turbinurnar framleiða, og byrjað varð við Francis turbinuni, sum framleiddi aftur inn á netið fríggjakvøldið 5. desember. Pelton turbinan byrjaði at framleiða sunnudagin 7. desember.

“Hóast vit eru komin somikið langt við turbinunum, so er nakað eftir á mál, og skulu fleiri sáttmálabundnar testir koyrast, áðrenn endalig yvirtøka kann fremjast”, sigur Jákup F. Olsen, verkætlanarleiðari hjá Sev.

Viðv. sjálvum bygninginum, so er avgjørt at niðurleggja arbeiðið til veður aftur verður til at arbeiða uttandura. Væntandi verður arbeiðið tikið uppaftur í apríl 2026.

Turbinurnar í Botni blivu sløktar ávikavist 1. og 22. apríl í fjør. 

Kelda: SEV



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder