Innanlands

Nú renna pengar aftur í kassan hjá Atlantic Petroleum

Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at Atlantic Petroleum hevur inntøku. Felagið fær  avrokning eina ferð um mánaðin.

2021-01-10 15:39 Author image
Jan Müller
placeholder
[object Object]
Ben Arabo, nevndarformaður í Atlantic Petroleum
 
Oljufelagið Decipher Production, sum í 2017 keypti 25% av oljukelduni Orlando frá føroyska oljufelagnum  Atlantic Petroleum, boðar nú frá, at framleiðslan er tikin uppaftur eftir drúgvan steðg, og harvið renna nakrar av inntøkunum fyri oljuna nú eisini í kassan hjá Atlantic Petroleum.
 
Orlando pengarnir eru fyrsta gjald fyri Orlando olju. Har fær Atlantic Petroleum 2% av søluvirðinum av teimum fyrstu 5 milliónum tunnunum og 4,35% aftaná tað. Framleiðslan á Orlando leiðini byrjaði 29. mars í 2019, men varð steðgað aftur í apríl.  
 
Hetta er fyrstu ferð síðani 2016, at Atlantic Petroleum hevur inntøku. Felagið fær  avrokning eina ferð um mánaðin.
 
Mark Højgaard, stjóri í Atlantic Petroleum, sigur í sambandi við boðini frá Decipher, at hetta eru góð tíðindi og ein týðandi varði fyri felagið. Peningarenslið, sum stendst av hesum, kann fáa stóran týdning fyri umskipanina av skuldini og til tess at kunna fara undir nýtt virksemi aftur. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder