Uttanlands

Nýggi leiðarin í Skotlandi vil betra umstøðurnar hjá vinnuni

Nýggi fyrsti-ráðharrin í Skotlandi, John Swinney vil fegin luttaka í einum orðaskifti um skotsku olju- og gassframtíðina í Aberdeen í næstum

Stórur spenningur er um, hvønn vinnupolitikk eitt nú á olju- og gassøkinum nýggi leiðarin í Skotlandi, John Swinney fer at reka.

Stórur spenningur er um, hvønn vinnupolitikk eitt nú á olju- og gassøkinum nýggi leiðarin í Skotlandi, John Swinney fer at reka.

2024-05-16 12:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast endaligu avgerðirnar um framtíðina hjá olju- og gassvinnuni í Skotlandi liggja hjá bretska parlamentinum í London, so verður eisini lurtað eftir, hvat skotskir politikarar og leiðarar hava at siga um framtíðina.

Nú er so ætlanin, at leiðarar úr øllum politisku flokkunum í Skotlandi skulu møtast í Aberdeen í næstum at umrøða olju- og gassframtíðina hjá hesi fyri Skotland týðandi vinnuni. Í dag arbeiða nærum 100.000 fólk í vinnuni umframt øll tey, ið virka í avleiddum vinnum.

Orkuspurningar sum heild her bæði olja og gass og grøna orkan koma at hava høga raðfesting í komandi valstríði. Seinastu árini hava SNP, sum er skotski tjóðskaparflokkurin og The Green Party skipað stjórn, men herfyri slitnaði teirra millum eins og SNP fekk nýggjan formann, sum stutt eftir gjørdist fyrsti ráðharrin (løgmaður) í eini minnilutastjórn.

Nógv hevur verið spátt um, hvussu hann fer at fyrihalda seg til skotsku orkuframtíðina vitandi, at flokkarnir eru ymiskir á máli. Hildið verður, at nýggi fyrstiráðharrin fer at leggja stóran dent á at varðveita mongu størvini í olju- og gassvinnuni um somu tíð sum farið verður víðari við grøna orkuskiftinum. Swinney sigst vera pragmatiskur og taka hædd fyri støðuni í landinum sum heild og vil fegin taka allar flokkar við uppá ráð.

Ein av stóru spurningunum í orkukjakinum er støðutakanin til serskattin, sum er lagdur á olju- og gassvinnuna. Skatturin, sum leingi hevur verið umleið 40%, er vaksin til 75% seinastu árini, tó eru íløgur í nýtt virksemi undantiknar. Men nú nógv bendir á, at ein Labour  fer at vinna komandi val í Bretlandi, hevur tað sagt seg vilja leggja enn størri trýst á oljufeløgini við at hækka serskattin til 78%, eins og longja tíðarskeiðið við serskattinum  til næsta val og haraftrat at taka av undantakið fyri at gera íløgur í nýtt virksemi. Hetta er tó nakað, sum hvørki konservativa stjórnin í London og neyvan heldur nýggja leiðslan í SNP og harvið í skotsku stjórnini ynskja.

Vinnan í Skotlandi hevur heitt á flokkarnar og stjórnina um at endurskoða serskattin fyri at varðveita og menna orkuvirksemið í Bretlandi. Víst verður á at Bretland í dag nøktar 70% av sínum orkutørvi frá olju og gassi, og tí kann tað gerast váðiligt, um eitt nú ov strangar serskattaskipanir fáa feløgini og vinnuna til at halda aftur við at gera íløgur í framtíðar virksemi samstundis sum roynt verður at flyta seg við grøna orkuskiftinum.

Í hesum døgum eru røddir frammi frá fleiri av teimum stóru orkuframleiðarunum um, at teir eru farnir at endurskoða sínar framtíðar íløguætlanir ger ein komandi Labour stjórn av bæði at varðveita,  longja og taka av íløguundantakið  fyri serskatt. Eitt teirra er júst samanlagda ENI-Ithaca, sum stendur til at skula útbyggja eina risastóra olju- og gasskeldu tætt við føroyska markið, nevnd Cambo.

Nevndarformaðurin í Ithaca Gilad Myerson sigur við Energy Voice, at teir skulu til at taka støðu til eina komandi útbygging av Cambo innan nakrar fáar mánaðir ella parkera hana til tey vita meira um, hvat ein komandi Labour stjórn ætlar og vil. Í vinnuni eru vónir um, at Labour, sum áður hevur tikið víðgongd stig á skattakósini av aftur borðinum, fer at avmarka serskattin, tá tað kemur til valdið.

Vinnan bíðar rætt og slætt eftir at fáa at vita, hvørjar fortreytir hon skal arbeiða undir komandi nógvu árini. Og tí kann kjakið í Aberdeen við nýggja SNP leiðaranum á odda møguliga geva okkum eitt tekin um, hvat kanska fer at henda.

-Eg vil tryggja, at olju- og gassvinnan hevur eina framtíð, nú hon hevur so stóran týdning fyri orkuframtíðina. Vit hava sett okkum fyri at fremja grøna orkuskiftið og minka um útlátið, og hesum skifti eiga bæði olju- og gassvinnan at vera partur av. Hesum eiga vit at tryggja.

Tá Swinney herfyri varð spurdur, hvørja avleiðing tað fer at fáa fyri grøna orkuskiftið, at SNP hevur kvett við grøna flokkinum svaraði hann, at hann fer at tryggja, “a just transition” eitt rættvíst skifti fyri olju- og gassvinnuna. -Vit hava eina verðurlagskreppu, og vit mugu taka varislig og ábyrgdarfull stig til at svara hesum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder